Hann spældi ein dyst á besta liðnum hjá barndómsfelagnum, áðrenn leiðin gekk aftur til EB/Streym.
Bergur Jákupsson Poulsen spældi fast við EB/Streymi í 2023 og 2024, og seinastu tvey árini hevur høgri bakkurin, sum eisini kann røkja onnur pláss, spælt við B36.
Nú gongur leiðin aftur til Víking. Hetta upplýsa fleiri góðar keldur hjá Portalinum.
Dimma veit eisini søguna seinnapartin og skrivar millum annað, at 23-ára gamli leirvíkingurin er fluttur aftur til heimbygdina.
Skjóti og arbeiðssami spælarin er, sambært FaroeSoccer, skrásettur fyri 77 dystir og 8 mál í fremstu mansdeildini og verður væntandi kunngjørdur í Sarpugerði hesa vikuna.
![]()
Bergur Poulsen hevur her skorað fyri EB/Streym í Sørvági (Mynd: Jóanis Albert Nielsen/JN)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald