Hóast norski Magnus Carlsen, at líta til, lættliga vann á amerikanska avbjóðaranum, Fabio Caruana, tá teir fóru undir umdystirnar í kviktalvi í gjár, so kallar Magnus Carlsen mótstøðumannin hesaferð fyri sterkastu mótstøðuna hann nakrantíð hevur havt.
Hetta var triðju ferð, at Magnus Carlsen vardi HM-heitið, sum hann vann frá indaranum Vishy Anand í 2013. Fyrst vardi hann seg móti sama Anand í 2014, í 2016 móti russaranum Sergey Karjakin, og nú móti Fabio Caruana.
- Tað er trupult at sammeta kappingarnar, men Caruana er tann sterkasti telvarin, eg havi møtt. Hóast eg ikki vann nakað av teimum klassisku talvunum, so eri eg ógvuliga nøgdur fyri kappingina, men hon vísir, at eg framvegis havi nógv, eg skal arbeiða við, segði Magnus Carlsen við NRK eftir HM-sigurin í gjár.
Fabio Caruana var als ikki nøgdur við kappingina, eftir at hann vann øll tey trý fyrstu kviktalvini í gjár.
- Eg hevði ein ringan dag og spældi ikki væl. Serliga annað talvið, tá eg havði hvíta fólkið, var ein katastrofa og eitt stórt vónbrot. Eg var ikki í námind at spæla upp til hansara støði, so tað er í lagi, at hann vann, segði Caruana.
Stórur spenningur var undan talvinum til, hvussu Caruana fór at klára seg í umspælinum eftir at fyrstu 12 vanligu talvini vórðu endað javnt.
Serliga eftir at Magnus Carlsen í 12. talvinum bjóðaði Caruana remis eftir 31 leikir, hóast hann stóð í sterkara vinnarastøðu, komu atfinningarnar móti spælinum hjá Carlsen.
Carlsen viðgekk á tíðindafundinum eftir sigurin í gjár, at tað fyri hann mest snúði seg um ikki at tapa í teimum vanligu talvunum, tí hann visti, at hann stóð sterkari, tá leikararnir fingu styttri umhugsunnartíð.
(Mynd: EPA)
Serliga vóru tað eldru stórmeistararnir Garry Kasparov og Vladimir Kramnik, sum vóru harðrendir í sínum kritikki av Carlsen eftir 12. talvið mánadagin.
- Eisini teir hava rætt til at hava tápuligar meiningar, men eg haldi sjálvur, at tað var rætta avgerðin at bjóða remis í 12. talvi, segði Magnus Carlsen á tíðindafundinum í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald