Annað

Badmintonhøllin í Klaksvík fingið eina yvirháling

Seinastu tvær vikurnar hevur verið arbeitt við at betra um høllina við nýggjum gólvi, máling og betri umstøðum til flogbólt.

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2026-10-23 20:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu tvær vikurnar eru dagføringar gjørdar í Badmintonhøllini. Arbeitt hevur verið við at betra um høllina við nýggjum gólvi, máling og betri umstøðum til flogbólt.

Gamla gólvið, sum varð lagt í 2007, var vorðið so mikið slitið, at tørvur var á eini endurnýggjan. Samstundis er høllin innan málað, soleiðis at hon hevur fingið eitt ljósari og meira innbjóðandi snið.

Í sambandi við nýggja gólvið eru eisini nýggjar vallarstrikur gjørdar. Hetta hevur gjørt vallarøkið størri og gevur feløgunum betri møguleikar at skipa virksemið og nýta høllina á bestan hátt, sigur Klaksvíkar kommuna.

Síðsta hond verður løgd á arbeiðið í dag, og høllin verður tí klár til nýtslu aftur um vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder