Fótbóltur

- Eg eri stak væl nøgdur við tað, sum genturnar vístu

Soleiðis sigur Øssur Hansen, landsliðsvenjari hjá gentur U15, um avrikið í Copa Sant Vicent kappingini.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2018-10-11 09:21 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu dagarnar hevur føroyska U15-landsliðið við gentum tikið lut í Copa Sant Vicent í Barcelona í Spania. Talan er um eina altjóða kapping, við liðum úr Spania, Týsklandi og Noreg. Føroyska úrtøkan bleiv tríggir sigrar, ein javnlekur og eitt tap, sum hevði við sær, at Føroyar endaðu nummar 3 í kappingini.

- Eg eri stak vøl nøgdur við tað, sum genturnar vístu í hesari kappingini. Vit spældu í U18-bólkinum, so aldursmunurin var millum 2 og 5 ár, og tað eru ikki bara vit, sum er eitt sindur bilsin av góðu úrslitunum, sigur Øssur Hansen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá FSF

Aftaná kappingina bleiv 13 ára gamla Gunnvá Lutzen, ið til dagligt spælir við HB, vald til besta málverja í kappingini.

- Ein góð og lærurík kapping fyri okkara gentur. Og tá hugsað verður um, at mótstøðuleikararnir vóru nøkur ár eldri og frammanfyri í menningini, so sigur tað ikki so lítið um dygdirnar á okkara spælarum, sigur Øssur Hansen við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object]

(Gunnvá Lutzen varð vald sum besti málverji - Mynd: FSF)
Úrslit og málskjúttar

Seleccion Maresme (Spania) – Føroyar 2-2

Ester Ellingsgaard og Jóhann F. Sørensen

Føroyar – Buchholzer (Týskland) 1-0

Ester Ellingsgaard

SV Ehringshausen (Týskland) – Føroyar 0-2

Ester Ellingsgaard (2)

FFC Pohlheim (Týskland) – Føroyar 3-1

Bjørk Franksdóttir Joensen

Seleccion Maresme (Spania) – Føroyar 0-2

Bjørk Franksdóttir og Jasmin Darvishi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder