Hondbóltur

- Eg megnaði ikki at koma upp úr songini í trý samdøgur

Landsliðsspælarin í hondbólti fór frá EM-gleimi til at hava torført við at busta tenn og koyra tallerkar í uppvaskimaskinuna. Í mars rakti strongd Róa Berg Hansen, sum nú greiðir Blaðnum frá, hvat hann hevur verið ígjøgnum.

- Tað er umráðandi at viðurkenna, at alt ikki er ein dansur á rósum, og at tað eisini er okay. Haldi at fólk hava lyndi til at síggja tað sum ein veikleika, og at man á ein hátt gevur upp. Tú verður so góður til at goyma tað, at tú ikki hevur tað gott. Rói Berg Hansen leggur kortini á borðið í fyrstu samrøðuni, eftir at hann varð sjúkrameldaður við strongd og fekk staðfest ADD (Mynd: Sverri Egholm)

2024-06-09 08:01 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

- Tað hendi so brádliga, at tað var einki at taka feil av. Eg var í Føroyum til landsliðsvenjingar mitt í mars. Ein krevjandi skrivlig roynd var yvir alnótina tíðliga á degnum. Hon tók seks tímar. Aftaná fór eg í høllina á Hálsi at spæla venjingardyst. Kom aftur til Danmarkar mánadag, kendi meg ikki væl í kroppinum, og tá eg so skuldi upp til venjing týsdagin, komi eg simpulten ikki upp úr songini.

Tað er ein vanligur fríggjadagur á Oyrasundskolleginum. Rói Berg Hansen greiðir róliga frá, hvussu støðan var miðskeiðis í mars, tá alt meira ella minni steðgaði upp hjá føroyska hondbóltsspælaranum, sum eisini er læraralesandi og hevur eitt arbeiði afturat.

Hendan týsdagin í mars megnaði Rói ikki fara upp til venjing. Hann stríddi seg tó til arbeiðis klokkan 12.45, men har kom ikki so nógv burturúr, og hann endaði við at sita hjá stjóranum og tosa um strongd.

- Eg minnist faktiskt ikki alt, men brádliga sat eg á kontórinum hjá stjóranum og spyrji hvørji tekin eru uppá, at man er stressaður. Var so at siga heilt vísur í, at tað var tað, tí at kroppurin ristist. Eg verði eisini rørdur og fái ikki heilt orðið upp. Eg fái tað so út, og kenni meg betri eina løtu. Vit avtala so at hyggja uppá tað aftur, tí páskaferian er vikuna eftir. Síðani fari eg heim, leggi meg í songina og komi ikki uppaftur í yvir trý samdøgur.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder