Eftir tríggjar FM-finalur, harav tvær hava verið ógvuliga tættar, er setningurin púra greiður, nú Kyndil og VÍF hittast fyri fjórðu ferð uppá ellivu dystir:
Vinnur Kyndil dystin í Vestmanna í kvøld, eru tær í grønum greipuvinnarar og føroyameistarar fyri aðru ferð uppá trý ár.
Men vinnur VÍF, so skulu liðini spæla aftur á Hálsi leygardagin 9. mai klokkan 17. Og tá verður vinnarin føroyameistari.
VÍF vann seinast FM í 2019 men hevur við blanding av yngri og eldri lokalum spælarum bjóða Kyndli av seinastu dystirnar. Nógv skal rigga, eins og í 1. hálvleiki sunnudagin, og í sigrinum á heimavølli fyri viku síðani, fyri at VÍF skal koppa Kyndli, sum vann steypafinaluna milluma liðini í februar.
Bjarta Johansen spælir í kvøld møguliga sín seinasta dyst á hægsta stigi fyri Kyndil, sum sjálvandi vil avgerða alt so skjótt sum gjørligt.
FM1 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 19. Andrias Eriksen verður viðmerkjari í Vestmanna.
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum, har málskjúttar og annað síggjast. Vit hava eisini myndir og annað frá dystinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald