Hondbóltur

Føroyar høvdu ongan kjans móti heimsins besta liði

EM-fyrireikingardysturin í Noreg var ikki serliga góður fyri sjálvsáltið hjá Føroyum, men seinni hálvleikur var væl frægari. 18 mál á muni samanlagt - leygardagin klokkan 13 spæla Føroyar móti Danmark.

Mynd: Beate Oma Dahle/NTB/Ritzau Scanpix

Mynd: Beate Oma Dahle/NTB/Ritzau Scanpix

2026-11-26 19:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn var undrast nakað á, hví Føroyar skuldu spæla EM-fyrireikingardyst móti júst Noreg, umframt Danmark. Tað kann millum annað ávirka sjálvválit. Noreg er verandi OL- , EM- og HM-vinnari eisini av slíkari styrki, at tað illa kann samanberast við onnur lond - sjálvt um Frakland eisini er í føroyska EM-bólkinum.

Fyritreytirnar vóru ikki betri av, at Maria Pálsdóttir Nólsoy ikki var við av persónligum ávum, og at Føroyar millum annað eru Súnu Krossteig Hansen fyriuttan.

Óttin gjørdist eisini til veruleika. Eftir seks minuttir var 6-1 til Noreg, og brádliga var 14-3. 

Føroyar fingu als ikki spælið at koyra, og Noreg spældi seg hinvegin til stóran møguleika hvørjaferð. Tá Rakul Wardum ella Annika Fríðheim Petersen bjargaðu í 1. hálvleiki var talan um stórbjarging.

Álopspælið gjørdist betri við 7 móti 6, og ljóspunktini vóru serliga vestmannakvinnurnar Fríða Nolsøe Olsen og Rannvá Olsen, sum skoraðu trý mál hvør - Rannvá skoraði uppá øll trý skotini av vonginum fyri steðgin, og Fríða tók meira og meira ábyrgd; hevði eisini okkurt upplegg.

Noreg skoraði tó heili 24 ferðir í fyrra hálvleiki, so tað sá ljótt út á máltalvuni í steðginum í Trondheim-útryðuni.

[object Object](Mynd: Beate Oma Dahle/NTB/Ritzau Scanpix)

Tað gjørdist tíbetur ikki nógv verri eftir steðgin. Føroyar spældu betri og skoraðu 13 mál, har Pernille Brandenborg og serliga Jana Mittún, javnsettir toppskjúttar, gingu á odda og Ró Reginsdóttir og Anna Elisabeth Weyhe eisini høvdu virðismiklar minuttir í bakketuni. Liðið stóð nakað betri í verjuni móti krútsterka norska liðnum. Heimaliðið tók nakað av ferðini av, men vann kortini 41-23.

Harvið kunnu jaligir smálutir takast við, og nú hevur man roynt seg ímóti tí allarbesta. Tað var tó ikki nøkur perfekt EM-fyrireiking; dysturin móti Danmark leygardagin, tá Maria Pálsdóttir Nólsoy væntandi verður við, verður vónandi og væntandi tættari.

-----------------------------------------
Golden League (Ice Cup, EM-fyrireikingarkapping)
Hósdagin 26. november, Stjørdals-hallen

Noreg – Føroyar 41-23 (24-10)

Dystargongdin
5 min: 4-1
10 min: 8-3
15 min: 11-3
20 min: 17-5
25 min: 19-8
30 min: 24-10
35 min: 27-12
40 min: 30-14
45 min: 33-17
50 min: 35-19
55 min: 37-21
60 min: 41-23

Málskjúttar:
Pernille Brandenborg 5(2)
Jana Mittún 5
Rannvá Olsen 4
Fríða Nolsøe Olsen 3
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2
Marita Mortensen 2
Christina Turiðardóttir Arge 2

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen 33 min., 6 bjargingar
Rakul Wardum 27 min., 5 bjargingar



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder