KÍF loypti hvøkk á oddaliðið Fleyr í ítróttarhøllini í Kollafirði í gjárkvøldið við at vinna fyrsta settið ikki minni enn 25-14.
Heimaliðið legði fyri sum eitt óløgi og fór framum 5-1 og 10-5, og eftir at Fleyr hevði minkað um munin til 11-14, vann KÍF átta stig á rað og legði seg á odda 22-11, áðrenn settið varð vunnið 25-14.
Fleyr var tó ikki meira skakað enn, at tað lættliga vann annað settið 25-17, eftir at hava lagt seg á odda 6-2, 12-6 og 16-9.
Triðja sett minti um tað undanfarna, og 6-1 bleiv til 12-4 til Fleyr, sum vann settið 25-13.
KÍF erraði seg uppaftur í fjórða setti og legði seg á odda 18-14, men leiðslan var stokkut, tí fimm bóltar seinni var Fleyr á odda 19-18, og tá ið settið skuldi avgerast, var Fleyr stinnari og vann 25-21.
Fyri Fleyr syrgdu Anja Danielsen og Bára Holm Jacobsen fyri teimum flestu stigunum við ávikavist 19 og 18. Anja hevði fimm serviess.
Hjá KÍF var argentinska Ariana G. Pereyra stóri leikarin við 20 stigum.
Eftir seks dystir hevur Fleyr framvegis fult stigatal.
KÍF er enn nummar 2, men bara eitt stig frammanfyri Mjølnir. 5. desember møtast tey í Klaksvík í dysti um annaðplássið.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
| Nr | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
| 1 | Fleyr | 6 | 16 | 18 |
| 2 | KÍF | 5 | 6 | 10 |
| 3 | Mjølnir | 4 | 6 | 9 |
| 4 | Ternan | 5 | -7 | 4 |
| 5 | Dráttur | 5 | -12 | 1 |
| 6 | SÍ | 3 | -9 | 0 |
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald