Annað

Høgni og Luitjen telva í útlondum

Høgni er í Monako, og Luitjen er í Íslandi.

Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol. Her í FM-umdysti í 2024.

Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol. Her í FM-umdysti í 2024.

2026-11-26 08:37 Author image
Innsent
placeholder

Tveir av bestu telvarum í Føroyum, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, eru í løtuni við í talvkappingum uttanlands.

Høgni er í Monako í kappingini um at finna besta einstaklingin millum telvarar í smátjóðum í Evropa, og Luitjen er í Íslandi í kappingini til minnis um íslendska stórtelvaran Fríðrik Ólafsson, sum doyði í fjør.

Higartil hevur gingist betur hjá Luitjeni enn hjá Høgna. Luitjen hevur fingið frálíka byrjan í Reykjavík. Hann hevur 2½ stig eftir fyrstu trý umførini, og er á triðja plássi í kappingini.

Í triðja umfari í gjár vann Luitjen á Bjørn Thorfinnssyni, sum er altjóða meistari og hevur hægri styrkital enn føroyingurin. Luitjen stendur í løtuni til at ganga fimtan ratingstig fram.

27 telvarar eru við í Fridrik Memorial 2026. Luitjen er styrkismettur nummar tíggju. Meginparturin av telvarunum eru íslendingar, men ein slakur triðingur eru útlendingar.

Tvinnanda umfør verða telvað í dag. Í fjórða umfari, sum byrjar klokkan 10, telvar Luitjen við hvíta fólkinum móti favorittinum í kappingini, stórmeistarnum Vignir Vatnar Stefansson, sum er sterkasti telvari í Íslandi, og hevur styrkitalið 2510.

Kappingin í Reykjavík endar sunnudagin.

Mótrák í Monte Carlo
Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen hevur ikki fingið glið á í Smálandakappingini fyri einstaklingar í Monako. Høgni hevur hægsta styrkitalið av øllum og ber tí favorittheitið, men eftir seks av níggju umførum, er Høgni nummar fýra í røðini.

Høgni hevur tapt fyri bæði Bourg úr Luksemburg og Ribera úr Andorra, sum eru fremstir av teimum tíggju telvarunum úr Luksemburg, Andorra, Kýprós, Føroyum, Malta, Monako, Liktinstein, San Marino, Jersey og Guernsey.

Høgni stendur sum er til at ganga tólv ratingstig aftur. Kappingin endar leygardagin.

Topp 5 í smálandakappingini fyri einstaklingar 2026 (eftir sætta umfar):
1. Nicolas Bourg (LUX) 2293 5½ stig
2. Serni Ribera (AND) 2291 4½
3. Rafail Antonio (KÝP) 2209 4½
4. Høgni Egilstoft Nielsen (FØR) 2412 3½
5. Damir Levacic (MON) 2075 3½

Talvsamband Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder