- Tað var ógvuliga stuttligt. Bæði at síggja hvussu væl okkara spældu og stóðu saman, yngri sum eldri, og hvussu teir í professionella liðnum úr Póllandi gramdu seg um skaddar spælarar. Trúgvi ikki teir høvdu vænta so mikið sterka mótstøðu, tá teir søgdu ja til at spæla tveir dystir í Hoyvík.
Soleiðis tók Anna Dam samanum flotta evropeiska vikuskifti hjá H71, tá besta manslið felagsins sendi nummar fýra í bestu pólsku deildini, har allir spælarar eru yrkisspælarar, út.
Video: Hæddarpunktini frá evropeiska gysaranum í Hoyvík
Sí eisini :H71 í European Cup-áttandapartsfinaluni eftir gysara
Vit tosaðu við Annu Dam í í hondbóltssendingini 7 móti 6, sum er á FM1 hvønn týsdag eftir tíðindini klokkan 17.
Her komu vit millum annað á fíggjarligu avleiðingarnar, sum tað er at spæla í European Cup: Í útgangsstøðinum er tað ikki nakar vinningur, eins og í fóbólti, men ein útreiðsla tí peningurin frá evropeisku hondbóltssamgonguni er so lítil til liðini í triðsterkastu evropeisku kappingini. Og almenni stuðulin ella stuðul frá ÍSF/HSF er ikki til slíkt; sjálvt um Anna Dam kundi ynskt tað.
Forkvinnan í vælrikna felagnum sló fast, at tað er týðandi, at slíkir dystir, so stuttligt og mennandi sum teir kunnu vera, ikki ganga útyvir dagliga virksemið: Yvir "tilboðið til børn og ung at venja og spæla hondbólt í Hoyvík".
Myndir: Evropeiska stríðið og fagnaðurin í Hoyvíkshøllini
Anna Dam upplýsti ikki, hvussu nógv eitt slíkt umfar kostar H71, men sambært okkurt upplýsingum kann tað lættliga verða ein sekssiffrað upphædd.
- Vit hava góðar stuðlar, átøk sum serliga eru til evropeisku dystirnar og fólk sum vilja hetta. Men til næsta umfør skulu vit eisini finna uppá nýggj átøk fyri at fáa tað at fíggjarliga hanga saman.
- Tað kann vera at vit fara at spæla báðar dystirnar á útivølli í næsta umfarið, sum verður í februar. Men tað snýr seg um samráðingarnar eftir lutakastið, har tað skal ganga skjótt. Vit hava eisini spælarar og fólk annars, sum ynskja at spæla í Hoyvík. So vit fáa at síggja.
Hoyr alla sendingina her:
7 móti 6: Evropeiskur dámur og EM-dámur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald