Hondbóltur

EM-hópurin fer til Noregs í dag

Hósdagin klokkan 17 er venjingardystur á skránni móti heimsins besta kvinnuliðið - leygardagin klokkan 13 spæla Føroyar Golden League-dyst móti Danmark.

Joan Rúnadóttir Johannesen og Ró Reginsdóttir eru tvær av blaðungu spælarunum, sum á fyrsta sinni skulu til eitt A-endaspæl (Mynd: Sverri Egholm)

Joan Rúnadóttir Johannesen og Ró Reginsdóttir eru tvær av blaðungu spælarunum, sum á fyrsta sinni skulu til eitt A-endaspæl (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-25 07:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein týðandi partur av EM-fyrireikingunum hjá hondbóltskvinnunum gongur fyri seg í Trondheim.

Higar ferðast føroysku spælararnir til í dag, umvegis Oslo. Flogið verður úr Føroyum klokkan níggju og síðani víðari til Trondheim á middegi føroyska tíð.

Hósdagin klokkan 17 føroyska er dystur móti heimsins sterkasta hondbóltsliði á kvinnusíðuni, Noreg. Ikki eitt perfekt lið at møta undan einum endaspæli, og serliga ikki tá Danmark er á skránni seinni í vikuni (leygardagin klokkan 13). Men her fáa føroysku kvinnurnar av álvara roynt seg.

Myndir: Fyrsta føroyska venjingin í inntensu fyrireikingunum

Sí eisini: Lív Bentsdóttir Zachariasen: Dynamikkurin á liðnum er góður (Video)

Golden League-venjingarkappingin í Trondheim er seinasti møguleiki hjá føroyska liðnum at fáa dystarrútmu saman, áðrenn Ukraina er á skránni í Katowice leygarkvøldið 4. desember.

Skráin hjá EM-hópinum næstu tíðina:

Mikudagin 25. november, Føroyar
Fráferð til Noregs umframt venjing 

Hósdagin 26. november, Trondheim
17.00: Noreg - Føroyar (Golden League, venjingardystur)

Leygardagin 28. november, Trondheim
13.00: Danmark - Føroyar (Golden League, venjingardystur)

(Dystirnir síggjast á danska TV2 ella TV2 Play)

Sunnudagin 29. november
Ferðing til Føroyar


Mánadagin 30. november - mikudagin 2. desember, Føroyar
Venjingar og fyrireikingar

Hósdagin 3. desember
Fráferð til Pólland (Beinleiðis fráferð til Katowice)

Leygardagin 5. desember, Katowice
19.30 Føroyar – Ukraina (Fyrsti EM-bólkaspælsdystur)

Føroyar spæla síðani mánadagin 7. desember móti Fraklandi og mikudagin 9. desember móti Ukraina. Tvey tey fremstu liðini í bólkinum koma víðari til miðumfarið.

FM1 og Portalurin vera við í Póllandi og fara at gera nógv burturúr

EM-hópurin: 

Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)

Bakkar:
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

EM-hópurin: - Hava valt ta samansetingina sum gevur besta samansetta spælið

Hoyr eisini: Jana Mittún; Um føðingardagin, vónirnar um meira enn tríggjar EM-dystir og OL

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder