Fótbóltur

Grikkaland-dysturin á Tórsvølli millum tað allarstørsta - minnist kensluna í kroppinum eftir 1-0 málið

Tað var ivasamt, um hann eingongd kundi spæla dystin. - Eg vandi ikki upp til, og eg merkti ikki veruliga fótin undir dystinum - men tað var fantastiskt, greiðir Hallur Hansson frá, tá hann litur aftur á stóru løturnar á fótbóltsleiðini.

- Man merkti veruliga, at nógv meira bar til hasa tíðina, og hvussu fólkið savnaðist kring landsliðið. Sum heild vóru nógv av hasum árunum undir Lars Olsen bara stuttlig og gevandi, sum eisini hevði nógv rós til verandi landslið við toymi. Her sæst Hallur Hansson eftir sín 76. og seinasta landsdyst: Ein 2-1 sigur á Gibraltar (Mynd: Sverri Egholm)

- Man merkti veruliga, at nógv meira bar til hasa tíðina, og hvussu fólkið savnaðist kring landsliðið. Sum heild vóru nógv av hasum árunum undir Lars Olsen bara stuttlig og gevandi, sum eisini hevði nógv rós til verandi landslið við toymi. Her sæst Hallur Hansson eftir sín 76. og seinasta landsdyst: Ein 2-1 sigur á Gibraltar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-25 22:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg fekk eina harða takkling í seinasta Superliga-dystinum fyri AC Horsens undan summarsteðginum. Fóturin gjørdist ógvuliga hovin, og tað var ógvuliga ivasamt, um eg eingongd fekk spælt móti Grikkalandi. Men tað ætlaði eg, og eg fór til Pero Sore. Eg fortaldi ikki foreldrunum tað...men eg fekk eina sproytu, sum hjálpti. Hendan doyvdi fótin og fótliðið, so eg ikki merkti nakað serligt har undir dystinum. Men tað gekk tíbetur væl. 

Í ársins seinasta Fótbóltsskýlið greiddi Hallur Hansson frá hendingaríku yrkisleið hansara, og sjálvandi tosaðu maðurin við 76 A-landsdystum og Trygvi Absalonsen nógv um ein serstakn landsdyst: 2-1 sigurin á Grikkalandi á Tórsvølli 14. juni 2015.

Hóast Hallur Hansson ikki merkti nógv í fótinum, so minnist hartarbeiðani miðvallarin, hvussu tað kendist, eftir at hann sjálvur setti bóltin í netið til 1-0 eftir stóran hálva tíman.

- Tá tú minnist aftur á hending, og veruliga minnist hvussu tað kendist í kroppinum; tá hevur tað verið stórt. Og tað var tað. Tað man vera, um ikki tað størsta, so millum tey allarstørstu tingini eg havi roynt sum fótbóltsspælari.

- Tað var ein einstakur dystur í landsliðsvindeyganum, tað var fullsettur Tórsvøllur, og vit høvdu sjálvsálit.

Fyrrverandi landsliðsliðformaðurin minnist aftur á, at hóast Føroyar høvdu vunnið í Grikkalandi hálvt ár frammanundan, so ivaðist fleiri.

- Man trúði uppá tað aftur, men eg minnist, hvussu nógv tosaðu um, at "tað verður ikki ordiliga stórt o.s.fr, um man ikki ger tað tvær ferðir." Tá hugsaðu vit, at vit nokk skuldu vísa okkum - tað motiveraði á onkran hátt.

Hallur og hinir syrgdu fyri einum av mest minniligu landsliðsdøgunum yvirhøvur. Nú givini miðvallarin legði Føroyar á odda eftir upplegg frá Sølva Vatnhamar, og í 2. hálvleiki fann leirvíkingurin ein annan dugnaligan føroyskan miðvallara, Brand Hendriksson Olsen. Upp í málhornið, 2-0, og Grikkaland svaraði bert aftur einaferð.

- Man merkti veruliga, at nógv meira bar til hasa tíðina, og hvussu fólkið savnaðist kring landsliðið. Sum heild vóru nógv av hasum árunum undir Lars Olsen bara stuttlig og gevandi, sum eisini hevði nógv rós til verandi landslið við toymi.

Hoyr alla samrøðuna við Hall Hansson, og nógv fleiri søgur, her:
Fótbóltsskýlið: - Ein hørð men spennandi tíð

Sí eisini: Bert fimm hava spælt fleiri dystir á manslandsliðnum enn Hallur Hansson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder