Hondbóltur

- Eg verði nokk noyddur at spæla við tannverju í framtíðini

Rógvi Dal Christiansen fer til tannlækna í dag – tonnin skal ikki forða honum at spæla í morgin.

Rógvi Dal Christiansen (Mynd: Ingi Samuelsen)

Rógvi Dal Christiansen (Mynd: Ingi Samuelsen)

2018-10-26 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

25 ára gamli vongspælaran á føroyska manslandsliðnum í hondbólti, Rógvi Dal Christiansen, ætlar ikki eina brotna tonn forða sær í at spæla EM-undandystin móti Danmark í Skjern í morgin.

Í dystinum í Makedonia fekk hann eitt so hart slag í andlitið, at ein tonn brotnaði, ein onnur losnaði, og hann mátti fáa fleiri pentur í yvirvørrina.

- Tað var strikuspælarin hjá teimum, sum kom til at renna hondina upp í munnin á mær, meðan vit vóru afturi í verjuni. Vit fóru so pumpaðir av adrenalini í byrjanini av dystinum, at eg merkti einki, sá bara, at tað var farið at bløða.

- Men tá eg kom út av vøllinum varð staðfest, at ein partur av tonnini stóð eftir í vørrini, staðfestir Rógvi kaldliga og vísir fram innsíðuna av yvirvørrini.

Hann greiðir frá, at fysioterapeuturin hjá liðnum, Beinta Bendix Laursen, setti eitt klips í vørrina og lappaði aftur við einum plástri.

- Eg kom inn aftur á vøllin eina løtu í øðrum hálvleiki, men var tíverri ikki til stóra hjálp tá, sigur Rógvi.

Í neyðini kundi hann staðfesta, at tilburðurin gekk verri út yvir montenegran, ið var orsøkin til skaðan.

- Hann rendi tummilin upp í tenninar hjá mær, og tað fekk hann merkja eisini. Eg staðfesti, at hann eisini kom út nakað eftir meg, og helt seg fyri tummilin. Hann kom ongantíð innaftur í dystin, og tað var ein lítil uggi hjá mær, sigur Rógvi Dal Christiansen.

Hann fór á sjúkrahúsið eftir dystin, fekk pentur í vørrina, og fekk staðfest at onnur framtonnin er loysnað, og at tonnin við síðuna av er brotin av, so bara innasti parturin stendur eftir.

Hann fer til tannlækna í Danmark í dag, og missir tí venjingina í morgun.

- Nú veit eg ikki hvat tannlæknin kann gera við meg nú. Men eg má heldur fara at skaffa mær eina tannverju at spæla við í komandi dystum, sigur Rógvi Dal Christiansen.

Um hann er við ella ikki í dystinum móti Danmark er ikki ein spurningur... 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder