
B36 hevur júst hava sína seinastu venjing undan Europa League-dystinum móti Levadia Tallinn úr Estlandi, ið vitjar á Tórsvølli í annaðkvøld.
Fyri Jákup á Borg er hetta dystur nummar 11 í evropeiskum fótbólti sum høvuðsvenjari. Hann sigur, at hatta er ein fantastisk tíð, og at lagið í hópinum er sera gott eftir sigurin á Gibraltar í farnu viku.
40-ára gamli venjarin setur eisini orð á mótstøðuliðið, vónirnar til dystin, og tað at hava mist Meinhard Egilsson Olsen, sum í seinastu viku skifti frá B36 til GAIS í Svøríki.
Upptøka: Bjarni Enghamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald