Annað

- Eingin ivi um, at tað verður aftur næsta ár

Finn Johannesen, fyriskipari av Føroya sunnasta hálvmarathon, er væl nøgdur við tiltakið.

Ólavur Frederiksen/Faroephoto

Ólavur Frederiksen/Faroephoto

2018-09-22 16:26 Author image
Alda Nielsdóttir

Fyri aðru ferð skipaði Rørslufelagið Hvistan fyri Føroya sunnasta hálvmarathon í Suðuroynni.

Runnið ella gingið var frá SALT, og teinurin endaði við Vágshøll.

Gongufólk fóru avstað klokkan 10 í morgun, og rennarar fóru avstað ein tíma seinni.

Í ár vóru uml. 350 luttakarar í mun til 220 í fjør. Eisini vóru onkrir einkultir luttakarar úr øðrum londum, m.a. USA, Portugal, Svøríki, Noregi og Danmark.

Finn Johannesen, fyriskipari er væl nøgdur við tiltakið.

"Alt gekk framúr væl. Veðrið var ordiliga gott, har komu tvey æl og eitt sindur av vindi, men tað gekk væl, og í mun til ferðsluna vóru ongar trupulleikar," sigur hann.

Gongufólkini fingu eina serliga uppliving, tá Signar í Homrum og Hans Jacob Hjelm spældu tónleik inni í tunnilinum, sum var stongdur í sambandi við hálvmarathonið.

Fyrstur á mál var Magni Hansen, og tey seinastu komu á mál eftir uml. fýra og ein hálvan tíma, og tá komið var á mál var tónleikur og hugni á skránni. Aftur vóru tað Signar í Homrum og Hans Jacob Hjelm, ið framførdu.

"Lagið var gott, og fólk sótu leingi og hugnaðu sær aftaná marathonið," sigur Finn Johannesen.

Sambært Finn Johannesen er eingin ivi um, at Føroya sunnasta hálvmarathon verður aftur næsta ár.

Myndir síggjast her.

placeholder
placeholder