- Vit hava í tvey kappingarár notið gott av honbóltskynstrunum hjá Eliasi: Við hansara bráð og kenslu fyri spælinum, umframt hansara fantastisku alveringum, fara vit at síggja Elias í Partille Arena eitt kappingarár afturat, áðrenn hann fer til týska stórfelagið THW Kiel , har hann fær møguleikan at stríðast um tey størstu steypini í hondbóltsheiminum.
Soleiðis skrivar IK Sävehof í dag. Fyrr í dag varð kunngjørt, at 20-ára gamli hoyvíkingurin og Kiel hava gjørt avtalu, ið er galdandi frá juni 2023 og fýra ár fram.
Les eisini: Kiel váttar sáttmálan við Elias
Síðstu tvey kappingarárini hevur Elias umboðað svenska felagið við heimstaði í Göteborg-umráðnum. Har hevur hann verið ein umráðandi leikari í tveimum SM-gullum og einum steypagulli.
- Vit í Sävehof eru errin av, at Elias valdi okkum frá byrjan, og at vit hava hjálpt okkum víðari til eitt evropeiskt stórfelag. Tað er eitt prógv uppá, at felagið mennir leikarar á rættan hátt.
Til síðst skrivar Sävehof, at tveir aðrir leikarar eru farnir beinleiðis til: Jonas Ernelind, sáli, ið var partur av "Bengan Boys" í nítiárunum og 00'unum og Kim Andersson, ið er eisin av allarbestu svensku leikarunum í hesari øldini.
Harvið gerst Elias Ellefsen á Skipagøtu tann triði í røðini og tann fyrsti føroyingurin í THW Kiel.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald