Tað var ein sera harður dystur við nógvum nærdystum, men fáum málmøguleikum, har hitin veurliga spældi inn, og har mótstøðuliðið var sterkari, enn vit høvdu væntað. Soleiðis lýsir Michal Przybylski Europa League dystin hjá B36 á Gibraltar fyrr í kvøld:
- Hetta var ein sera harður dystur. Eg haldi, at vit undirmettu veðrið eitt sindur, hóast at vit vóru eitt sindur hepnir á tann hátt, við tí at tað vóru nøkur hitastig færri enn onkran annan dag, sum vit hava verið her. Talan var um ein dyst við fáum málmøguleikum, tí at tað mesta hendi á miðjum vølli, har tað vóru sera nógvir nærdystir. Vit spældu eisini móti einum væl betri liðið, enn vit høvdu sæð á video, sum var frá nøkrum mánaðum síðani
Les eisini: B36 er víðari
B36 kom á odda 2-1 stutt fyri steðgin og stríddi seg síðani til sigurs:
- Allir á vøllinum komu við øllum teir høvdu. Gott nokk vóru vit undir einum lítlum trýsti í seinna hálvleiki, men verjan stóð væl og avvísti væl í teimum nógvum innleggunum sum komu. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit eisini vóru sindur heldigir, við tað at teir brenna ein stóran kjans í endanum – alt í alt haldi eg tó, at tað var ein øgiligur innsatsur frá okkum øllum, sum ger at vit standa eftir við einum sigri.
22-ára gamli álopskendi miðvallarin hevur í ár skorað níggu mál í 14 dystum í Betrideildini. Í sínum fimta Europa League-dysti skoraði hann á fyrsta sinni í kappingini, tá hann legði B36 á odda 1-0 í 28. minutti:
- Tað var ein støða í 16 metrinum hjá teimum. Árni fær bóltin eitt sindur úti í síðnuni av brotsteinum og leggur bóltin væl innfyri, har eg renni og takli hann inn millum beinini á málmanninum. Tað var sera forloysandi at fáa eitt mál, men vóru bert á odda í tveir minuttir sum aftur gjørdi støðuna sera trupla, tí teir aftur fingu viðvind. Tíbetur steðgaði tað har hjá teimum, og Alex avgjørdi dystin við brotssparkinum.
Nú fegnast Michal um týðandi sigurin og sær eisini fram ímóti næstu uppgávuna, ið verður móti Levadia Tallin á Tórsvølli um eina viku.
- Sigurin er sjálvandi øgiliga týdningarmikil fyri felagið, leikararnar og ikki minst Føroyar, har vit hjálpa og koma við nøkrum stigum, sum føroyskur fótbóltur kann brúka í framtíðini. Tað eru vit sera glaðir og stoltir av. Vit møta í komandi viku einum liðið, sum hevur verið í toppinum í Estlandi í fleiri ár. Teir eru kanska eitt sindur minni dominerandi í ár, men tað er engin loyna, at vit møta einum sterkari liðið, men nú hava vit heimavøll og tað hevur nógv at siga, nú tað bara er ein dystur at spæla. Vit síggja positivt uppá uppgávuna og vóna eisini at kunna yvirraska tann dystin-Vit hava júst vunnið ein harðan dyst her niðri, vit liva í løtuni og feira hendan sigurin og hugsa ikki so nógv um tað, sum hendir um eina viku enn. Vit vilja koma gott heim og fáa hendan harðan dystin úr beininum fyrst og síðani fara vit at hugsa um Levadia
Ferðalagið hjá B36 lendir í Vágunum stutt eftir klokkan 01.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald