Fótbóltur

B36 er víðari

Fyri aðru ferð uppá beint yvir tvey ár spældi liðið hjá Jákup á Borg seg víðari í nógvum hita á Gibraltar. Michal Przybylski og Alex Mellemgaard skoraðu málini hjá B36.

Jákup á Borg og hansara menn kunnu fegnast á Gibratlar í kvøld. Brotssparksmálið hjá Alexi Mellemgaard gjørdist avgerandi (Savnsmynd - Sverri Egholm)

Jákup á Borg og hansara menn kunnu fegnast á Gibratlar í kvøld. Brotssparksmálið hjá Alexi Mellemgaard gjørdist avgerandi (Savnsmynd - Sverri Egholm)

2020-08-20 18:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í komandi viku skal B36 taka ímóti Levadia Talinn úr Estlandi í 1. umfari í Europa League. Hetta er greitt eftir 2-1 sigurin á St Joseph's.

Dysturin á Victoria Stadium á Gibraltar varð spældur í nógvum hita - beint yvir 30 hitastigum - og hetta ávirkaði. Serliga í 2. hálvleiki hjá B36, har liðið hjá Jákupi á Borg hevð nýtt nógva orku og hugsavnaði seg um at verja leiðsluna, ið liðið hevði tiltuskað sær fyri steðgin.

B36 var omaná og kom uppiborið á odda, tá teir í hvítum hildu trýstið væl, Árni Frederiksberg fekk snarað til sítt vinstra bein, legði inn í málteigin, har Michal Przybylski var komin uppá pláss, tí hann sansaði hvat var á veg. Fyrsta evropeiska málið hjá Michal og frøi á B36'arunum.

Hon vardi stutt, tí St Joseph's svaraði aftur tveir minuttir seinni, eftir  ivasamt verjuspæl hjá B36 í høgru. Tað eydnaðist tó at fáa eina leiðslu við inn til hálvleik. Alex Mellemgaard fekk møguleikan úr ellivu metrum, eftir at Eli Falkvard Nielsenvarð hildin og koyrdur niður í brotsteignum í samband við langt innkast. Harfrá svíkir Alex sjálvdan, og vinstri bakkurin var ísakaldur í hitanum.

Hetta skuldi visa seg at vera nóg mikið. Heimaliðið royndi at trýsta allan seinna hálvleik, men B36 stríddi seg væl til sigurin. Í høvuðsheitinum gekk væl at avvísa, tó at tveir stórir møguleikar komu ímóti endanum, har ein á heimaliðnum fekk frían stútara eftir innlegg.

Tað var tí ein lætti og frøi í B36-leguni, tá dómarin bríkslaði av fyri seinastu ferð, B36 hevur aftur spælt seg víðari úr Europa League undanumfarinum við at basa St Joseph's - hesaferð við at vinna eftir 90 minuttir, og hetta gevur góð evropeisk stig til føroyskan fótbólt.

[object Object]
Mynd: Fótbóltsfelagið B36 

Europa League undanumfar
St Joseph's - B36 1-2 (1-2)
28' Michal Przybylski (Árni Frederiksberg) 0-1
30' Boro 1-1
43' Alex Mellemgaard (br.) 1-2

B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze - Bjarni Petersen, Andrias Høgnason Eriksen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard (Ering Dávidsson) - Magnus Holm Jacobsen (Stefan Radosavljevic), Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder