- Fyrstu ferð eg var í samband við GAIS var i januar. Tá ynsktu teir meg yvir, men av fíggjarligum orsøkum bar tað ikki á mál tá. Síðani eg gjørdi sáttmála við B36, hava teir tó hildið eitt vakið eyga við mær. Í longri tíð havi eg prátað eitt sindur við felagið, ið so vendi so aftur við einum konkretum tilboðið aftaná TB dystin í 16. umfari.
Soleiðis greiðir Meinhard Egilsson Olsen frá, hvussu tilgongdin hevur verið í samband við, at hann fríggjadagin gjørdi sáttmála við liðið úr næstbestu svensku deildini.
Les eisini: Meinhard fer helst til Svøríkis at spæla
Hóskvøldið spældi Meinhard 90 minuttir í beint yvir 30 hitastigum á Gibraltar. Beint undir tvey samdøgur eftir B36 hevði spælt seg víðari í Europa League var Meinhard Olsen skiftur inn í grannauppgerð í Göteborg. Har spældi 23-ára gamli kantspælarin beint yvir 10 minuttir í 0-0 javnleikinum hjá GAIS móti Örgryte á Gamla Ullevi. GAIS spældi í yvir ein hálvan tíma við tíggju monnum.
- Tilgongdin bleiv kanska eitt sindur hektisk av tí, at eg spældi dyst í Gibraltar, fleyg til Føroyar, pakkaði og siðani 46 tímar seinni spældi dyst í Goteborg - men tað var fínt líka at koma inn og merkja grasið.
Spælitíðin var tað avgerandi hjá Meinhardi
Eftir umstøðunum var tað kanska óvæntað, at Meinhard Olsen yvirhøvur fekk spælitíð í einum týdningarmiklum dysti, minni enn eitt samdøgur at hann kom til Svøríkis. Men GAIS hevur ein smalan hóp, og føroyingurin veit, at hann fer at fáa nógva spælitíð. Soleiðis var ikki, tá hann fór til Vendsyssel í 2016 og Kristiansund í fjør.
- Orsøkin til at eg valdi at siga ja til GAIS, er at eg í longri tíð havi prátað eitt sindur við felagið, og fingið bæði hoyrt og sæð hvar og hvussu teir ætla at brúka meg. Hetta er triðju ferð, eg fari uttanlanda at spæla, men stóri munurin hesuferð er kanska, at eg komi og skal vera ein partur av einari byrjunaruppstilling beinavegin. Spælitíð er alfa og omega hjá fótbóltsleikarum og tí var hetta tilboðið spennandi fyri meg. Fyri meg persónliga skal eg spæla allar dystirnar
Hvussu verður Meinhard so nýttur í Göteborg, og hvat skal hann geva liðnum, sum í løtuni stríðist fyri at halda sær í deildini?
Sáttmálin hjá manninum við tveimum A-landsdystum er galdandi restina av 2020. Meinhard sigur við Portalin, at "partarnir síggja líka hvønn annan an", og at GAIS jú er í niðurflytingarvanda. Tó er hann vísur í, at liðið yvirlivur í Superrettuni, og hetta ger eisini, at hann er i einari góðari støðu, tá eg havi gjørt tað gott tá desember kemur.
- B36 hevur víst ógvuliga stóra vælvild
At Meinhard Egilsson Olsen nú aftur fer at spæla yrkisfótbólt uttanlanda verður mennandi fyri hann og kann eisini fara at gagna føroyska landsliðnum í framtíðini. Her og nú er størsti smeiturin fyri B36, ið missir sín toppskjútta - sín vinstra vong ið hevur skorað 10 mál og lagt upp til níggju í Betrideildini. Meinhard verður saknaður í Europa League-dystinum á Tórsvølli hóskvøldið, í FM-stríðnum, og í steypakappingini í vetur. Partarnir høvdu gjørt eina avtalu:
- B36 hava víst ógvuliga stóra vælvild yvirfyri mær allan vegin. Vit høvdu eina "gentlemans agreement" og søgdu at kom nakað á borðið so skuldu vit spæla við opnum kortum yvirfyri hvørjum øðrum. Tað hevur aldrin verið ein trupulleiki, so á hasum punktinum hevur B36 verið totalt klassi
Komandi leygardag skal GAIS spæla ímóti Öster á útivølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald