Í gjár spældi B36 seg víðari úr undanumfarinum í Europa League við 2-1 sigri á St Joseph's á Gibraltar. Meinhard Egilsson Olsen spældi allar 90 minuttirnar, og hann hevur verið sera týdningarmikil fyri B36, síðani hann kom til aftur til felagið í vetur, við millum annað 10 málum í Betrideildini.
23-ára gamli kantspælarin spældi í fjør við Kristiansund bestu deildini í Noreg. Hann fór at venja við B36 í vetur, eftir at sáttmálin við norska felagið varð uppsagdur og meðan leitað verður nýggjum felagi uttanlanda. Hetta kom ikki í lag, og Meinhard og B36 gjørdu sáttmála fyri alt 2020. Tað hevur tó ligið í luftini, at Meinhard, sum spældi í tveimum EM-undankappingardystum í fjør, ikki fór at spæla leingi í Føroyum hesaferð.
Í summar hevur áhugi verið, og nú er eitt skifti til svenska felagið GAIS næstan komið uppá pláss. Hetta veit Portalurin frá sera álítandi keldum.
Felagið hevur heimstað í Göteborg og spælir í næstbestu svensku deildini, Superettan. Sum skilst fer Meinhard Olsen í dag til Svøríkis, har ein sáttmáli allarhelst verður undirskrivaður, og hann spælir harvið ikki meira fyri B36 í ár. Flytingarvindeygað í Svøríki letur aftur týsdagin - áðrenn Europa League dystin hjá B36 móti Levadia Tallinn.
Leikarin hevur sjálvur ongar viðmerkingar í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald