Kosice, Slovakia (Portalurin): - Eg havi havt nakrar skotvenjingar í Slovenia, har liðfelagarnir undrast eitt sindur á, hví eg standi sum veinstri vongur og skjóti, tá eg spæli høgri vongverji í felagnum. Men vónandi gevur tað úrslit, og tað verður stong inn hesaferð.
Soleiðis sigur Hanus Sørensen við FM1 í samband við landsliðsvenjingí Slovakia. Tað gongur væl í Slovenia, sum ikki er so langt hiðani, har 25-ára gamli havnarmaðurin hevur fingið fótin fastan í bestu deildini sum leigusveinur hjá NK Aluminij.
- Sjálvt um eg bert skal vera har til í summar, vísa teir mær stórt álit, og eg spæli hvørjaferð nú.
![]()
Hanus Sørensen saman við Jóannes Kalsø Danielsen og Odmari Færø úr KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: Fyrsta føroyska venjingin aftur á grasi
Tá Trygvi Absalonsen spurdi landsliðsprofilin um útlitini til dystin móti oddaliðnum í bólkinum í morgin, svaraði Hanus soleiðis:
- Vit skulu halda dystin tættan so leingi sum gjørligt. Fáa vit ein javnleik, er tað sum so fínt. Men tað skal ikki vera nøkur leingi, at vit spæla fyri at vinna. Vinna vit ikki, ganga vit við gron í ein dag.
Hoyr alla samrøðuna við Hanus Sørensen her
Sí eisini:
Meinhard Egilsson aftur á landsliðnum: - Havi ikki kent meg so væl í langa tíð
--------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. FM1 og Portalurin vera við á ferðini og dekka dystirnar, har Føroyar spæla um møguligt uppflytingarpláss, tætt
---------------------------------------------------------------------
Sendiskrá í Slovakia (FM1):
Hósdagin 12. november
Klokkan 11: Landsliðsradio úr Slovakia
Hoyr sendingina her: - Úrslitini næstu dagarnar kunnu lyfta A-landsliðið uppaftur meira
Fríggjadagin 13. november
Klokkan 17.15: Fótbóltsskýlið
Klokkan 19.00: Slovakia - Føroyar
Trygvi Absalonsen hevur sendingar og sigur frá á staðnum - sum tann einasti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald