Fótbóltur

- Fingu heimavøll og tað var tað mest umráðandi

Høvuðsvenjarin hjá KÍ fegnast um, at liðið kann spæla Champions League-dystin í Klaksvík. Hann irðar seg tó eitt sindur um, at tað ikki var Dundalk ella Sudava, ið kom úr pottinum, men nú fara teir í Klaksvík av álvara í gongd at hyggja uppá Slovan Bratislava.

Mikkjal Thomassen, her til heimadyst hjá KÍ í Betrideildini. Um níggju ella tíggju dagar verður Champions-League fótbólturi við Djúumýrar (Mynd: Sverri Egholm)

Mikkjal Thomassen, her til heimadyst hjá KÍ í Betrideildini. Um níggju ella tíggju dagar verður Champions-League fótbólturi við Djúumýrar (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-09 15:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tey fýra liðini, ið vit kundu møta, vóru á ein hátt bólkaði í tvey: Bratislava og Molde vóru tey sterkaru, og tí høvdu vit sjálvandi vónað at møta Sudava ella Dundalk

Hetta sigur Mikkjal Kjartansson Thomasen, venjari hjá KÍ, í samband við at føroyameistararnir í dag trektu Slovan Bratislava í 1. Umfari í Champions League.

- Talan er heilt víst, um eitt sera sterkt lið, og vit eru áleið á Superliga-støði og líknandi tí sum Luzern, ið vit møttu í fjør var á. Nú snýr tað seg at hyggja nærri eftir Slovan Bratislava og hvat fyri slag av fótbólti teir spæla.

 

[object Object]
Mikkjal Thomassen kemur her til evropeiskan dyst í Vilnius, Litava (Mynd: Sverri Egholm) 
 

KÍ tekur ímóti slovensku meistarunum við Djúpumýrar. Júst tað at lutakastið háttaði seg so, at talan gjørdist um heimavøll - í ár spæla liðini bert ein dyst í hvørjum umfari - og at dysturin kann verða í Klaksvík, er Mikkjal Thomassen sera fegin um:

- Vit fingu heimavøll, og tað var á mangan hátt tað mest umráðandi, og tað fegnast vit sjálvandi um. Vit gleða okkum um tann søguliga møguleikan at spæla Champions League í Klaksvík. Her vil eg takka borgarstjóranum og Klaksvíkar kommunu fyri at hava gjørt tað møguligt við at fingið alt uppá pláss til tíðina. Hetta er sera positivt fyri Klaksvík og fyri Norðoyggjar.

Tá so áskoðarar ikki kunnu verða, hvat er tað sum so ítøkiliga er ein fyrimunur við at spæla á heimavøll?

- Støddin av vøllinum ger mun. Vøllurin hjá okkum er ikki líka stórur sum tann hjá teimum. Tað eru kendar rammur, og tað er bara eitt fakta, at man vanliga stendur seg betri á heimavølli enn á útivølli í fótbólti – hóast vit eisini hava staðið okkum sera væl á útivølli seinastu árini.

KÍ tekur ímóti Slovan Bratislava 18. ella 19. August.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder