Fótbóltur

- Føroyar á útivølli er ein sera torfør uppgáva

Venjarin hjá Kosovo, Bernard Challandes, hevur stóra virðing fyri Føroyum, og vísti á hetta er ein sera umráðandi dystur fyri bæði liðini.

67-ára gamli sveisiski venjarin hjá Kosovo til tíðindafundin (Mynd: Sverri Egholm)

67-ára gamli sveisiski venjarin hjá Kosovo til tíðindafundin (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-13 18:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðið hjá Kosovo kom til landið beint eftir middag, og Kosovo helt tíðindafund í B36-húsinum undan sínari venjing á Tórsvølli. Nakrir miðlar eru komnir úr Kosovo, og teir høvdu nógvar spurningar til venjaran Bernard Challandes og miðvallaran Herolind Shala, ið hann hevði við til tíðindafundin.

Shala fekk fyrst spurningin um graslíkið kundi verða ein vansi fyri Kosovo. Hann svaraði, at hann er sjálvur uppvaksin í Norra, og tí er vanur við at spæla á slíkum undirlagið, og tað eru fleiri av hinum eisini. Viðvíkjandi stuttu tíðini ímillum dystirnar og longu ferðini segði Shala, at hetta ikki fór at verða nakar trupulleiki, tí hópurin var sterkur og broytingar kunnu gerast. 26-ára gamli miðvallarin segði eisini, at tað kundi verða ein fyrimunur fyri Kosovo og teirra leikhátt, nú Føroyar einki hevði at missa og helst fór at spæla meira álopskent.

Sveisiski venjarin var í góðum hýri. Hann vildi ikki avdúka nakað um sína uppstilling., tá hann varð spurdur um tað, nú tveir av hansara verjuleikarum eru skaddir. Challandes segði eisini, at hann ikki ætlaði at broyta nakað viðvíkjandi leikháttinum hjá Kosovo. Spurdur um støðuna í bólkinum, segði 67-ára gamli venjarin at talan var um ein opnan bólk, har Føroyar framvegis var við í stríðnum um fyrsta plásið. Fokus hjá teimum skuldi ikki vera uppá, um liðið fekk 1 ella 3 stig í morgin men heldur uppá avrikið.

Miðlar í Kosovo spurdi um tað kundi ávirka, at tað var eitt trýst á Føroyar at vinna. Bernard Challandes vísti á, at hetta var ein eins umráðandi dystur fyri Kosovo, og hann rósti “fighting spirit” -stríðsandanum hjá Føroyum, og legði afturat at hetta fór at vera ein sera torførur dystur.

Til seinast spurdi FM 1 um Bernard Challandes eftir seinastu úrslitini hjá Føroyum, hevði somu virðing fyri liðnum sum hann bar fram á tíðindafundinum undan dystinum í Kosovo. Challandes segði, at hann hevði uppaftur miera virðing. Hann hevði hugt eftir dystinum hóskvøldið, og vísti á at 3-0 lýgur, tí Føroyar spældi væl og hevði fleiri stórar málmøguleikar.

Kosovo venur í løtuni á Tórsvølli. Liðið liggur á odda í bólkinum við sjey stigum fyri tríggjar dystir.  

[object Object][object Object]
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder