Hondbóltur

- Hatta er ótrúligt: Øll 14 málini hjá Eliasi

Almenna rásin hjá Bundesliguni hevur savnað mongu góðu málini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í sigrinum á Hannover-Burgdorf í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-19 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er í løtuni triðbesti málskjútti í Bundesliguni, og hevur ongantíð í Kiel-tíðini skorað so nógv mál í einum einstøkum dysti, sum hann gjørdi í gjár.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið glóðheitur fyri THW Kiel higartil í hesum nýggja kappingarárinum, og vónin er sjálvandi, at tað heldur fram.

Í 4. umfari gekk tað útyvir Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf: Elias var beinleiðis við í 17 av teimum 40 málunum hjá Kiel, og toppskjúttin átti annars stóra æru í spælinum hjá "sebraunum". 

Til ber at síggja øll 14 málini hjá føroyinginum ovast ella á Youtube. Týski frásøgumaðurin hoyrist rósa føroyinginum nakrar ferðir

Les eisini: Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki til at steðga

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder