Fótbóltur

- Hava ein møguleika at spæla okkum víðari

Hørður Askham væntar ein harðan fysiskan dyst ímóti Linfield týsdagin. Um HB heldur málið reint í Gundadali og/ella vinnur, so er talan avgjørt um eitt góðkent úrlslit, sambært 24-ára gamla leikaranum.

Hørður H. Askham - her í dysti ímóti B36 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hørður H. Askham - her í dysti ímóti B36 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-21 16:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta týskvøld skapti HB spenning í Champions League-uppgerðini ímóti HJK. Hóast 3-0 tap í Helsinki gjørdi fyritreytirnar sera truplar, so trúðu føroyameistararnir uppá tað undan heimadystinum og í honum. Støðan var 2-0 tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, men tíverri fyri liðið hjá Heimiri Guðjónssyni fekk HJK skorað tær ferðir, soleiðis at tað endaði 2-2 og 2-5 samanlagt. Sambært Hørði Askham vísti HB veruliga nakað í hesum dystinum: 

- Í heimadystinum ímóti HJK vístu vit, at vit avgjørt kunnu spæla við ímóti teimum stóru liðunum. Vit vóru betri enn teir á fleiri økjum, og um vit vóru eitt sindur hepnari, so kundu vit skapt eina sensatión, tí vit trúðu veruliga uppá, at vit kundu skapa eitt úrslit.

Komandi týsdag skal HB aftur spæla evropeiskan heimadyst á Ovara vølli í Gundadali. Hesaferð er tað í Europa League, og hesaferð er tað ímóti Linfield, ið fyrr hevur havt eitt lítið yvirtak samanlagt ímóti føroyskum feløgum, men sum ikki er á sama støði sum HJK Helsinki: 

- Eg haldi, vit eru væl fyri til dystin ímóti Linfield. Vit hava vant nógv og hart, og allir mans tykjast at vera til reiðar til dystin. Eg havi spælt imóti Linfield í 2014 (við B36, red.), og tá helt eg ikki, at teir vóru betri enn vit. So eg meti, at vit hava ein møguleika at spæla okkum víðari til næsta umfar

Hørður er tó greiður yvir, at tað er eitt fysiskt sterkt lið, ið HB skal dystast við: 

- Vit skulu sjálvandi arbeiða ógvuliga hart og spæla uppaftur harðari, tí vit møta einum øðiliga fysiskum liði. Vit skulu royna at "matcha" teir í nærdystunum, men annars bara halda okkum til okkara leikhátt.

24-ára gamli Hørður Askham kom til HB, felagið ið hann umboðaði síni fyrstu ár sum ungdómsleikari, úr KÍ í vetur. Sterki verju- og miðvallarleikarin hevur nú sín 13. evropeiska dyst fyri framman. Hørður sigur, at halda málið reint týskvøldið er ein lykil:  

- Eg vildi mett, at um vit megna at halda málið reint, so er tað góðtikið, tí so hava teir ikki nakað útivallarmál. Annars er ein sigur sjálvandi eitt gott úrslit.

Í dystinum ímóti Linfield kann HB vinna føroyskum fótbólti sera dýrabær stig. Kappingin um at hava fýra pláss er hørð og er ímillum annað ímóti Norðurírlandi. Hørður H. Askham hugsar ikki so nógv um samlaða roknistykki:  

- Tað er ikki nakað, sum eg hugsi nakað serligt um uppundir dystin, men tað vildi verið synd fyri føroyskan fótbólt at mist tað eina plássið. Vit fara eftir einum sigri óansæð.

HB og Linfield bresta saman týsdagin (23/7) klokkan 16.45. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder