Nú nærkast av álvara til Betrideildin hjá monnum fer í gongd aftur. Fyrstu bríkslini kring landið verða nú sunnudagin, 8. mars. Seinastu dagarnar hava við tosað við eitt umboð frá hvørjum liðið og havt eitt yvirlit yvir hvønn hóp. Í dag er tað EB/Streymur
Hjá EB/Streymi eru nakrir av royndaru leikarunum farnir burturav, millum annað er liðformaðurin Rógvi Egilstoft ikki longur í felagnum. Ungir leikarar við fáum royndum í Betrideildini eru komnir inn. Andras Ólason Olsen sigur soleiðis um nýggju samansetingina av hópinum.
- Sjálvandi eru vit harmir um at hava mist fleiri royndar og góðar leikarar. Hinvegin hava vit fingið fleiri ungar og dugnaligar leikarar inn, sum eru til reiðar at prógva sítt virði. Stemningurin í skiftingarúminum er góður, og vit eru glaðir fyri nýggju leikararnar. Eg haldi ikki, at man kann siga, at útskiftingin á liðnum hevur ávirkað hópin.
Miðverjin væntar tó, at leikhátturin verður nakað øðrvísi
: - Í ár hava vit nógvar tekniskt sterkar leikarar, sum megna væl at halda uppá bóltin. Eg vænti, at vit kunnu koma at síggja eitt EB/Streyma lið, sum kemur at hava bóltin eitt sindur meira, enn vit hava sæð undanfarin ár. Og fáa vit tað ordliga at rigga, so kann tað blíva heilt stuttligt at hyggja eftir EB/Streymi kappingarárið 2020. Avbjóðingin hjá okkum verður, at vit hava eitt ungt lið, sum ikki hevur tær stóru royndirnar.
Andras Olsen sigur, at liðið skal vera heilt til reiðar til at spæla, tí tað er neyðugt, um EB:Streymur skal eydnast við tingunum. Í fjør gjørdist talan um 18 stig og eitt 9. pláss hjá liðnum, og pláss er fyri at betra ymiskt:
-Vit eru sera spentir uppá at byrja kappingarárið. Venjingardystirnir hava víst okkum, at eru vit 100 prosent til reiðar, so kunnu vit verða rættliga góðir, meðan um vit bara slakka eitt lítið sindur, so fáa vit tað trupult. Vit skulu vinna fleiri dystir, lata færri mál inn og skora fleiri mál. Minsta krav fyri kappingarárið er, at vit enda omanfyri niðurflytingarstrikuna, og tað eri eg vísur í, at vit gera, um vit geva alt, sum vit eiga allar dystirnar.
24-ára gamli miðverjin úr Streymnesi, sum hevur spælt 60 dystir í Betrideildini, hugdi at alt seinasta ár orsaka av álvarsomum knæskaða. Harvið er hann er sera svangur og uppsettir uppá at aftur eftir harða uppvenjing:
- Eg var so óheppin at slíta krossbandið tíðliga í fjør, og tað krevur ein steðg frá fótbólti í áleið 9-12 mánaðir. Eg havi vant øgiliga nógv og hart seinasta árið, fyri at gjørt musklarnar rundan um knæið sterkari. Seinastu tríggjar vikurnar havi eg vant við fullari ferð og gongur alt eftir ætlan, so verði eg klárur at spæla dyst 4. umfar, og tað umfarið verður 5. apríl. Fótbóltur hevur altíð fylt øgiliga nógv hjá mær, so tað hevur verið hart at sitið uttanfyri so leingi. Nú er tó vónandi ikki so leingi eftir at bíða, og eg gleði meg ómetaliga nógv til at spæla aftur
Hópurin - dagført 8. mai:
Málverjar:
Rói Zachariasen
Jóannes Davidsen
Verjuleikarar:
Høgni Hummeland
Mikkjal Hellisá
Petur Zachariasen
Árni Grunnveit Olsen
Andras Ólason Olsen
Poul Grunnveit Olsen
Bjarni Petersen (leigaður úr B36)
Ragnar Bjartalíð Danielsen
Hjalti Kárason Djurhuus (verður helst eisini at síggja á miðvølinum) *
Miðvallarar:
Fannhard Antonson Skoradal *
Bjarki Lindberg Zachariassen *
Magnus Jarnskor
Rói Heðinsson Olsen
Gutti Dahl-Olsen
Jónstein Magnusson
Tóki Hammershaimb Johannesen
Símun Sólheim *
Teitur Debes Olsen
Áleyparar:
Niklas Tummasarson Kruse
Magnus Heinason *
Arnbjørn Theodor Hansen
*Nýggjur í hópinum
Venjari: Jákup Martin Joensen - annað árið hann stendur á odda fyri EB/Streymi.
- Eftir tvey ár á Eiði fer EB/Streymur nú aftur at spæla sínari heimadystir við Margáir í Streymnesi.
Les eisini: - Stórur dentur verður lagdur á samanhaldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald