Komandi sunnudag, 8. mars, fer Betrideildin hjá monnum í gongd aftur. Í vikuni hava vit seinastu upptaktirnar á Portalinum, har vit tosa við eitt umboð frá hvørjum liðið og hava eitt yvirlit yvir hópin
Í Trongisvági hevur aldursforsetin fyrireika seg væl til komandi kappingarárið. Talan verður um eitt ungt lið, har fýra danir, Ken Fagerberg og Ndende koma at vera nakrir av stuðulsleikarunum. Ein av suðuroyingunum, Dánjal Godtfred, verður eisini ein av teimum:
- Fyrireikingarnar hava gingist væl. Stórur dentur hevur verið lagdur á samanhaldið, so at allir teir nýggju leikararnir í hópinum skjótt hava funnið seg til rættis. Venjarin er eisini nýggjur, so fyri at fáa nýggju spælskipanina uppá pláss áðrenn kappingin byrjar, hava vit verið noyddir at venja 7-9 ferðir um vikuna.
Dánjal Godtfred lýsir teir fýra nýggju leikararnir á hendan hátt:
- Donsku leikararnir, ið eru komnir til felagið, eru komnir til Føroyar fyri at fáa dystarroyndir í bestu deildini, og teir koma uttan iva at styrkja nógv um liðið hjá okkum. Teir eru ógvuliga raskir og eru sjálvandi eisini við til, at breiddin í hópinum verður størri. Samstundis eru teir sera sosialir, so tað hevur verið lætt hjá teimum at fella til her.
Týsk-danski venjarin Micheal Winther er eisini nýggjur við Stóra:
- Venjarin gongur høgt uppí, at samanhaldið á liðnum er gott - ikki minst uttanfyri vøllin. Til venjing krevur hann nógv av okkum, og vit venja sum sagt ofta og hart. Venjarin hevur lagt stóran dent á, at venjingarumhvørvi er gott, so at spæligleðin kemur fram og vónandi smittar av niður í yngru deildirnar. Við hansara ætlanum fyri árið verður talan um eitt TB-lið, sum fer at royna at spæla álopskendan fótbólt ímóti øllum liðum.
Í fjør byrjaði TB kappingarárið heilt væl, men endaði á 8. plássi. Dánjal Godtfred sigur, at liðið skal royna at vinna seg nøkur pláss fram, og at Við Stóra framvegis skal vera borgin, men at fleiri stig eisini skulu vinnast á útivølli.
Málið fyri 2020 er at koma uppá eitt 6. pláss. Heimavøllurin skal sjálvsagt vera staðið, har vit fáa flestu stigini, men vit vilja serliga betra um úrslitini á útivølli, ið ikki vóru nøktandi í fjør. Eisini fara vit at gera alt fyri at koma langt í steypakappingini.
Dánjal, ið fyllur 24 ár í komandi viku, spældi í fjør allar minuttirnar fyri TB í Betrideildini. Vágbingurin , ið kann spæla í bæði verjuni og á miðvøllinum, spældi við felagsliðnum í 2017 og 2018, og við 96 dystum er hann ein mest royndu leikarunum í ársins TB-hópi:
- Eg síggi meg sjálvan sum ein av “stamspælarunum” á liðnum. Liðið hjá okkum er ungt, so hóast eg ikki havi tær heilt stóru royndirnar, eri eg millum royndastu leikarar á liðnum, og vil eg tí vera ein av teimum, ið gongur undan tá á stendur. Samstundis vil eg gjarna vera ein fyrimynd fyri yngri leikararnir á liðnum.
Hópurin - Dagførdur 8. mai :
Málverjar:
John Jacobsen *
Frederik Mehder * (Danmark)
Bárður Dimon
Verjuleikarar:
Bartal Gram
Sebastian Kroner * (Danmark)
Rasmus Møller * (Danmark)
Poul Kjartan Signar Ingason
Aron Sørensen
Eirikur Magnusarson Ellendersen
Regin í Lágabø
Dánjal Godtfred
Miðvallarar:
Rógvi Joensen
Ndende Adama Guéye (Senegal - kemur helst at spæla í miðverjuni eisini)
Hávar Albinus
John Villi Wøldike Leo
Nikolei Johannesen
Jens Erik Lünell Bruhn
Samudeen Musah (Ghana) *
Musah Armah (Ghana) *
Ári Thomassen
Jannik Dalfoss
Áleyparar:
Andreas Midjord *
Oddmar Nybo Jespersen *
Mads Raben * (Danmark)
Ken Göran Fagerberg (Svøríki)
*Nýggur í hópinum
Venjari: Micheal L. Winter - komin til felagið í vetur
Les eisini: - Málið er sjálvandi at betra úrslitið frá í fjør
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald