Fótbóltur

- Málið er sjálvandi at betra úrslitið frá í fjør

Sørin Samuelsen setur eisini orð á nógvu broytingarnar á Argjum og hansara leiklut.

Sørin Samuelsen er til reiðar at stríðast fyri AB aftur í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Sørin Samuelsen er til reiðar at stríðast fyri AB aftur í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-02 19:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Komandi sunnudag, 8. mars, fer Betrideildin hjá monnum í gongd aftur. Í vikuni hava vit seinastu upptaktirnar á Portalinum, har vit tosa við eitt umboð frá hvørjum liðið og hava eitt yvirlit yvir hópin  

Á Argjum er tað ikki óvanligt, at nógvar broytingar eru í hópinum frá ári til ár. Í vetur er hópurin hjá AB heilt nógv broyttur, og sambært roynda verjuleikaranum Sørini Nygaard Samuelsen merkist hetta væl, og fer tað at merkjast fyrstu dystirnar.

- Helvtin av hópinum er skiftur út, so vit kunnu ikki koyra viðari frá í fjør av. Alt skal byggjast upp aftur, og tað hevur sjálvandi sett sín dám á byrjanina. Tað verður heilt sikkurt eitt øðrvísi AB lið vit koma at siggja, í mun til seinasta ár.

Havnarmaðurin kom úr HB í 2014 og er í núverandi AB-hópi maðurin, ið hevur verið har longst. 27-ára gamli miðverjin hevur spælt 90 dystir í Betrideildini og skal royna at ganga á odda fyri liðið hjá Sorin Anghel í ár:  

- Mín leiklutur er ikki broyttur, í mun til undanfarin ár. Eg havi roynt at gingið á odda - tað geri eg eisini í ár.

Í fjør endaði AB á 7. plásssi við 21 stigum. Hvat er so málið í ár á Argjum, og hvør er styrkin hjá AB í mun til hini liðini, ið endaðu í niðaru hálvu í fjør?

- Málið er sjálvandi at betra úrslitið frá í fjør. Eg havi ilt við at meta um okkara styrki í mun til hini "botn-fimm liðini" Eins og okkara lið, eru onnur lið í niðaru helvt frá í fjør heilt nógv broytt til hetta kappingarárið.


Hópurin hjá AB - dagførdur 8. mai: 

Málverjar:

Bjarti Vitalis Mørk *

Silas Eyðsteinsson  *


Verjuleikarar:

Jákup Pauli Breckmann

Pedro Tarancon Anton * (Spania)

Sørin Nygaard Samuelsen

Gert Drangastein

Asbjørn Heðinson (leiðagur úr 07 Vestur)

Tróndur Jóannesarson á Høvdanum *


Miðvallarar:

Rógvi Nónsgjógv Poulsen

Janus Svabo Samuelsen *

Ragnar Skála

Filip í Liða

Bjarni Skála

Bjarki Christiansson Nielsen

Jasper Van Der Heyden * (Belgia)

Ragnar Rasmussen


Áleyparar:

Hans Jákup Annfinsson

Bartal Skaalum Petersen

Adeshina Abayomi Lawal * (Nigeria)

Jón Krosslá Poulsen *

 (Belgiskur leikari ið hevur verið til royndarvenjing og verður helst partur av hópinum)


* Nýggjur leikari í hópinum 


Venjarar: Símun Samuelsen og Tonny Brimsvík
 - Nýggir í sessinum - avloysti Sorin Anghel í mars

Les eisini: - Her eru nógvir ungir og svangir leikarar á Skála

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder