Fótbóltur

- Her eru nógvir ungir og svangir leikarar á Skála

Andreas Egeberg Jacobsen sigur, at hann og liðfelagarnir eru til reiðar til stóru avbjóðingina í ár. Talan verður um eitt øðrvísi Skála-lið og eitt øðrvísi ár fyri teir í appelsinlittum.

Andreas Egeberg Jacobsen sæst her høgrumegin Harald Reinert Høgjaard, ið hevur skift til NSÍ í vetur. Jákup Johansen (t.v) er farin til Víking. Andreas er ein av ungu monnunum, ið nú skal taka meira ábyrgd á Skála (Mynd: Sverri Egholm)

Andreas Egeberg Jacobsen sæst her høgrumegin Harald Reinert Høgjaard, ið hevur skift til NSÍ í vetur. Jákup Johansen (t.v) er farin til Víking. Andreas er ein av ungu monnunum, ið nú skal taka meira ábyrgd á Skála (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-29 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin 8. mars fer Betrideildin hjá monnum í gongd aftur. Í hesum døgum hava vit upptaktir á Portalinum - vit tosa við eitt umboð frá hvørjum liðið og hava eitt yvirlit yvir hópin  

Skála endaði í fjør á 6. plássi, og fekk í løtum bjóða ovaru liðunum nakað av. Men ring fíggjarstøða og nógvir farnir leikarar gera, at talan er um eina øðrvísi støðu á vestara armi á Skálafjørðinum í ár. Andreas Egeberg Jacobsen sigur, at í hópinum hevur fokusi tó verið gott. Ungi álopskendi leikarin fegnast eisini um farna aðalfundin:

- Ítróttarliga hava vit sum hópur hildið fokus á fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Vit hava fingið ein venjara, sum millum annað brennir fyri menning av ungum leikarum. Saman við teimum royndu leikarunum eru nógvir ungir svangir leikarar, sum eru spentir uppá avbjóðingina Tað er avmarkað, hvussu nógvar leikarar Skála kann heinta. Men eg haldi vit hava ein spennandi hóp, og at vit gott kunnu bjóða av í ár. Tað er jaligt, at so nógv fólk møttu upp til aðalfundin herfyri, og at tað eydnaðist at fáa eina fullmannaða nevnd. Sum leikari hevur tað eisini týdning, at ein merkir lokalan uppbakking bæði á og uttanfyri vøllin.

Bill McLeod Jacobsen er nýggjur venjari á Skála, og við nýggja venjaranum og nógvu broytingunum í hópinum verður talan um ein øðrvísi leikhátt:  

-Í fjør høvdu vit bóltin nógv og royndu at byggja spælið upp. Í ár fara vit at spæla meira beinleiðis. Hetta inniber millum annað skjótar umstillingar beint eftir málinum.

Í fjør varð ein roynd gjørd at bróta inn í topp-fimm – í ár er yvirliving málið á Skála:

- Tá ið hugsað verður um, at stór útskifting hevur verið í hópinum, má fyrsta málið vera at varðveita plássið í bestu deildini. Tá tað er sagt, vilja vit sjálvandi stríðast hvønn einasta dyst fyri at fáa so nógv stig sum yvirhøvur til ber, so vit vónandi enda kappingarárið við eini plasering, sum vit kunnu vera væl nøgdir við.

20-ára gamli Andreas Egeberg Jacobsen hevur spælt 25 dystir í Betrideildini, og í fjør fekk hann síni fyrstu trý mál. Hann er ein av ungu lokalu leikarunum, ið hevur gjørt tað gott í venjingardystunum, og sum nógv verður væntað av. Hann er eisini til reiðar at gera mun:

- Liðið skal sjálvandi hava størstu raðfesting, og tí er tað umráðandi, at vit fáa tað besta burturúr hvørjum einstøkum spælara. Eg kann t.d. bjóða inn við skjótleika og kreativiteti í álopspartinum og vóni, at tað kann føra til upplegg og mál.


Hópurin - dagførdur 8. mai: 

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð (Leigaður úr Víkingi)
Kristin Norðoy Vilhelmsen *

Verjuleikarar:
Rói Olsen
Hanus Mikkelsen
Teitur Reinert Joensen
Kristian Martin Jakobsen
Karl Martin Johansen
Djóni Jansson Petersen
Hjalti Strømsten * 
Mikal á Reynatrøð * 

Miðvallarar:
Dávid Johansen (Hevur eisini spælt á høgra bakki í venjingardystirnar)
Jákup Joensen 
Poul Kallsberg
Niels Pauli Bjartalíð Danielsen
Pætur Dam Jacobsen
Teitur Poulsen
Heðin Klakstein
Jan Ingason Hansen
Jóhan Waag Høgnesen *
Ronni Møller-Iversen (Danmark)

(Edvin Jakobsen – er ikki sáttmálabundin og fær ikki vant heilt enn vegna skaða)

Áleyparar:
Andreas Egeberg Jacobsen
Aksel Bjartalíð Danielsen (á veg aftur frá skaða)


* Nýggjur í hópinum

Venjari: Bill McLeod Jacobsen - fyrsta árið á Skála


Les eisini: - Brennandi ynski um at vit skulu kappast í oddinum aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder