Eftir nógv ár við nógvum gulli í gleimi – fyrsti í steypakappingini, síðani eisini í evropeiskum fótbólti og síðani í landskappingini eisini – hevur Víkingur havt tvey tung ár. Silvur í steypakappingini í fjør var tað frægasta úrslitið, men eins og tvey 5. pláss í Betrideildini so gevur tað einki:
- Eg veit ikki, í hvussu stóran mun tað særir stoltleikan, men tað ger tað helst eitt sindur. Eg haldi tó ikki, at vit merkja nakað serligt til tað. Eg haldi hinvegin at fólk í Eysturkommunu, eru góð við felagsskapin og eru stolt av Víkingi, og tí sum felagið hevur avrika hesi 12 árini. Men hinvegin er tað púra vist eitt brennandi ynski frá øllum pørtum, um at vit aftur skulu kappast í oddinum!
Hetta sigur profilurin og veteranurin Sølvi Vatnhamar.10’arin og í Víkingi og á landsliðinum er spentur uppá framtíðina hjá felagnum við millum annað nýggjum venjara, ið kemur við sínum spælistíli:
- Vit hava gjørt onkrar broytingar til hetta kappingarárið. Nýggjur venjari er komin, og eini 5-6 skiftingar eru gjørdar í hópinum Eyðun er komin í Sarpugerð við sínum stíli, sum hann dámar og ynskir at spæla, so leikhátturin hjá Víkingi verður nakað øðrvísi í mun til undanfarin ár. Hann hevur nøkur góð hugskot, sum vit arbeiða við nú fram til kappingarbyrjan. Hartil eru eisini onkrir ungir komnir afturat hópinum. Eg meti, at vit nú hava eina spennandi og góða samanseting. Tað er sjálvandi ilt at siga, hvussu langt tað ber longu í ár, men møguleikarnir fyri at mennast sum lið eru stórir
Vit spyrja Sølva, hvat málið er, og um eitt evropeiskt pláss ( minsta lagi 3.pláss ella steypagull) er nóg mikið fyri Víking:
- Málið fyri árið er at náa eitt evropeiskt pláss til komandi ár. Men tað krevur nógv, tá fleiri onnur lið hava sama mál, og hava manna seg sera væl.
Les eisini: - Eg hoyri heima í Víkingi
Til at hjálpa Víking upp í oddin aftur hevur felagið millum annað heintað Finn Justinussen heimaftur og Lukasz Cieslewicz úr B36. Talan er um álopskendar og royndar leikarar, ið skulu spæla saman við 34-ára gamla leivíkinginginum. Sølvi er tvær ferðir kosin til ársins leikara í Føroyum (2016 og 2017), og hann er sera svangur uppá eitt nýtt kappingarár, eftir at tað seinasta varð órógvað av tveimum skaðum:
-Vit saknaðu nøkur mál í fjør, og kanska sum heild gott frameftir rættað spæl. Tað vóna vit at fáa við Finni og Lukazi, og øðrum sum vit hava heinta inn til í ár. Sjálvur eri eg sera svangur eftir at gera tað gott. Árið í fjør byrjaði við einum brotnum rivjabeini, so eg misti allan uppstartin, og tá eg út móti summarsteðginum byrjaði at føla meg væl fyri, og gongdin var góð, breyt eg armin, sum so helt meg uttanfyri í 6 vikur. So ári’ var eitt sindur keðiligt á tann hátt. Men nú føli eg meg væl, uttan nakran sum helst trupulleika. So eg eri bara heilt spentur og gleði meg til kappingar byrjan.
Hópurin hjá Vìkingi:
Málverjar:
Elias Rasmussen
Sonni Højgaard *
Verjuleikarar:
Elias Lervig
Ari Olsen *
Bergur Gregersen
Atli Gregersen
Vukasin Tomic (Serbia)
Noah Mneney
Miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar
Bogi Reinert Petersen
Geza David Turi **
Aron Jarnskor Ellingsgaard **
Arnbjørn Svensson
Hans Jákup Lervig (aftur eftir leiguupphald í ÍF)
Ingi Jonhardsson
Jákup Johansen *
Lukasz Cieslewicz *
Áleyparar:
Finnur Justinussen *
Andreas Lava Olsen
*Nýggjur í hópinum
** Komin upp frá ungdómsdeildini
Venjari: Eyðun Klakstein - nýggjur í sessinum
Les eisini: - Sjálvandi sikta vit eftir FM
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald