Sunnudagin 8. mars fer Betrideildin hjá monnum í gongd aftur. Í hesum døgum hava vit upptaktir á Portalinum - vit tosa við eitt umboð frá hvørjum liðið og hava eitt yvirlit yvir hópin
Av føstu leikarunum hjá HB í fjør eru Lasse Andersen, Brynjar Hlöðversson, Magnus Egilsson og Ari Mohr Olsen farnir uttanlanda, og Símun Samuelsen er givin. Harafturat eru Hørður Askham og Tróndur Jensen langtíðarskaddir - báðir hava knæskaða, ið gera at teir neyvan veruliga spæla aftur fyrrenn eftir summarsteðgin.. Pætur Petersen slær tó fast, at HB-hópurin er sterkur, og at rætti mentaliteturin og venjarin eru til staðar:
- Vit hava mist nakrar lyklaleikarar, men vit hava sanniliga fingið gott fólk inn. Sjálvur haldi eg, at vit hava ein sera spennandi hóp. Allir vilja gerðast betri, og teir flestu leikararnir hava ambitiónir um at spæla á enn hægri støði. Við venjingini hjá Bertel ger hann teir leikararnar til reiðar at taka næsta stigi í at gerast yrkisleikarar.
Júst nýggi venjarin, toymið rundanum, og tað ið verður lagt fyri dagin, er nakað ið Pætur leggur dent á. Kantspælarin sigur, at talan verður um eitt álopskent og ágangandi lið:
- Venjarin og venjaratoymið hava broytt nógv, og vit venja hart og væl. Venjarin er sera ambitiøsur og greiður í sínari ætlan - alt er lagt til rættis niður í minstu smálutirnar bæði á og uttan fyri vøllin. Hetta er tann mest professionella tilgongdin, sum eg havi verið við til. HB verður eitt offensivt lið, sum fer at pressa mótstøðuliðini at gera feilir. Vit koma at hava eina rúgvu av orku og loypa á við nógvum spælarum.
Mynd: Sverri Egholm
HB endaði á 4. plássið í fjør - hvat er so málið hjá HB fyri kappingarárið 2020?
- Sjálvandi er tað FM vit sikta eftir. Steypakapping og Europa hevur eisini nógv at siga; man spælur fyri at vinna, líka mikið hvør kapping tað er. Vit ætla tó at taka ein dyst at gangin og gera alt fyri at vinna
21-ára gamli skálvíkingurin kom úr EB/Streymi seinasta vetur. Hann spældi 35 dystir fyri besta liðið hjá HB í fjør, har hann skoraði átta mál, harav eitt í Evropa League, og var við til at vinna steypakappingina. Nú er málið at fáa fleiri minuttir og at gera mun í leikháttinum:
Sjálvandi vil eg sleppa at spæla hvønn dyst. Eg vænti at fáa nógv meiri spælitíð enn síðsta ár. Eg havi nógv orku og kann skora mál, umframt at leggja upp. Eg haldi sjálvur, eg hóski væl til ein aggresivan spælistíl við høgum pressi, sum vit koyra í HB.
Hópurin hjá HB - dagførdur 8. mai:
Málverjar:
Teitur Matras Gestsson
Jákup Højgaard *
Verjuleikarar:
Jógvan Rói Davidssen
Bartal Wardum
Hørður Askham (er langtíðarskaddur - spælir helst ikki fyrrenn seint í summar/í heyst)
Delphin Tshiembe * (Danmark - upprunaliga Kongo)
Daniel Johansen
Dánjal Reginsson *
Heri Hjalt Mohr
Heðin Hansen
Hanus Pauli Danielsen *
Tórur Franksson Joensen *
Miðvallarar:
Mathias Nygaard * (Danmark)
Mikkel Frankoch * (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi
Tróndur Jensen (er langtíðarskaddur - spælir helst ikki fyrrenn seint í summar/í heyst)
René Shaki Joensen
Dan í Soylu
Pætur Petersen
Adrian Rúnasson Justinussen
Ási Pálsson Dam *
Áleyparar:
Teit Jacobsen * (er skaddur til einaferð í heyst)
Øssur Meinhardtsson Dalbúð *
Jákup Thomsen (er skaddur eina tíð afturat)
Venjari: Jens Berthel Askou (DK) - nýggjur í sessinum
Les eisini: -Leikhátturin hjá Glenn hóskar væl til okkara hóp
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald