Fótbóltur

- Leikhátturin hjá Glenn hóskar væl til okkara hóp

Klæmint Andrasson Olsen sigur, at málið í Runavík er evropeiskt pláss. Metmálskjúttin í føroyskum fótbólti vísur á, at tað verður truplari, nú bert trý pláss vera.

Í fjør skoraði Klæmint Andrasson Olsen heili 26 mál í Betrideildini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í fjør skoraði Klæmint Andrasson Olsen heili 26 mál í Betrideildini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-26 13:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin 8. mars fer Betrideildin hjá monnum í gongd aftur. Í hesum døgunum fara vit at hava upptaktir á Portalinum - vit tosa við eitt umboð frá hvørjum liðið og hava eitt yvirlit yvir hópin  

Tað hava verið nakrar broytingar í hópinum við Løkin, og nýggjur venjari er eisini við róðrið. Tað er tó framvegis sami liðformaður og fyrstaval sum fremsti maður hjá liðnum, sum endaði á 3. plássi í fjør: Klæmint Andrasson Olsen: 

- Vit hava verið í stríðnum um evropisku plássini og eru endaðir á teimum nógv tey seinastu árini. Okkurt ári hava vit verið rímiliga  tætt uppá 1.plássi. Vit hava mangla tað síðsta í fleiri førum og hava ikki megna at fáa tað at koppa okkara veg í avgerandi dystum. So vit skulu verða eitt sindur dugnaligari til teir alt avgerandi dystirnar,  um vit ætla okkum at spæla við heilt har uppi í toppinum.

Hvat er so málið hjá NSÍ í 2020?

- Málið er at koma út í Evropa. Tað verður truplari í ár, tí at nú verða tað bara trý lið. sum sleppa út at spæla, men tað er okkara mál og trúgva vit fult og fast uppá, at tað kann fara at bera á mál.

NSÍ hevur í vetur fingið nýggjan venjara, og sviin Glenn Ståhl hevur innført eina nýggja leikskipan (5-3-2/3-5-2) og ein nýggjan leikhátt. Liðformaðurin letur væl at:  

- Tað er altíð ein broyting, tá ið man fær nýggjan venjara. Glenn er ein spennandi venjari, og hansara fótbóltsfilosofi hóskar væl til tann leikarahópin sum vit hava í NSÍ. So tað sær spennandi út.

29-ára gamli áleyparin hevur skorað heili 188 mál í Betrideildini. Hetta er greitt met, og rituvíkingurin roynir at byggja uppá fyri at hjálpa sínum liði.   

- Reint persónliga ætli eg mær bara at royna at byggja uppá tað arbeiði, sum eg havi lagt í fótbóltin tey seinastu árini. Man vil altíð royna at blíva betur. Men tað mest umráðandi fyri meg, er liðavrikini. Hevur liðið tað gott, havi eg tað gott

Hópurin:

Málverjar:
Tórður Thomsen
Karsten Hansen (aftur eftir tvey ár sum leigusveinur á Skála)
Dánial Danielsen

Verjuleikarar:
Bárður Jógvansson Hansen
Pætur Hentze
Jákup Jakobsen *
Oddur Árnason Højgaard
Jóhan Troest Davidsen
Meinhard Debes Geyti
Rógvi Egilstoft Nielsen *

Miðvallarar:
Betuel Hansen
Haraldur Reinert Højgaard *
Mórits Heini Mortensen
Jann Martin Mortensen
Aron Knudsen
Jann Julin Benjaminsen
Pætur Turiðarson Skipanes
Salmundur Bech 

Áleyparar.
Petur Knudsen
Búi Egilsson
Steffan Abrahamsson Løkin
Martin Klein Joensen
Klæmint Andrasson Olsen

* Nýggjur í hópinum

Venjari: Glenn Ståhl (SVØ) – nýggjur í sessinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder