Fótbóltur

- Havi bert sæð tveir dystir hjá Malta

Lars Olsen hevur ikki sæð so nógv til mótstøðuliðið.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-09-06 11:27 Author image
Ari av Rana

Tá Føroyar í morgin fer á vøllin ímóti Malta, er talan um eitt mótstøðulið, sum fáir møguleikar hava verið at fyrireika seg til.

Tá landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Lars Olsen, varð spurdur um hann helt at har vóru nakrir serliga vandamiklir leikarar ella serligar styrkir hjá Malta, segði hann, at hann ikki hevði sæð so nógvar dystir við nýggja venjaranum.

- Eg havi sæð einar 5-6 dystir hjá Malta, men so kom nýggjur venjari. Við nýggja venjaranum havi eg bert sæð tveir dystir, og tí hevur ikki verið eins stórur møguleiki at granska mótstøðuliðið.

Lars Olsen sigur tó, at hann hevur bitið merkið í tveir av teimum eldru leikarunum hjá Malta. Talan er um liðskiparan hjá maltesiska landsliðinum, Michael Mifsud, og Roderick Briffa, sum báðir eru 37 ára gamlir.

Mifsoud eigur bæði toppskjúttametið hjá Malta við 40 málum og hevur spælt lest landsdystir við 131 dystum. Briffa hevur spælt 96 dystir fyri landsliðið.

- Mifsoud og Briffa halda á at spæla enn. Teir spældur eisini ímóti okkum fyri fimm árum síðani, segði Lars Olsen.

Talan var tá um vinadyst, sum Malta vann 3-2.

placeholder
placeholder