Fótbóltur

-Hetta er ein góður bólkur

Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari, heldur at Føroyar hevur nøkur spennandi mótstøðulið.

Oddbjørn Joensen (Skíggjamynd frá KVF)

Oddbjørn Joensen (Skíggjamynd frá KVF)

2018-12-04 08:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyar endaðu í bólki saman við Spania, Svøríki, Norra, Rumenia og Malta í undankappingini til EM 2020. Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari, letur væl at bólkinum, og sigur, at fleiri spennandi lið eru í bólkinum.

Meðan Oddbjørn heldur, at Føroyar eiga at seta nøsina upp móti seks stigum móti Malta, so er tað kanska serliga fótbóltsstílurin hjá móstøtðuliðunum, sum hann gleðir seg at síggja Føroyar royna seg ímóti.

Spania er eitt tað besta fótbóltslandsliðiðn í heiminum, og Oddbjørn dregur serliga spaniólarnar fram sum eitt spennandi lið. Okkara tilknýti til hini norðanlondini ger at Svøríki og Norra eisini eru spennandi mótstøðulið, meðan Rumenia fyri ikki so langari tíð síðani eisini vóru ein rættiliga góð fótbóltstjóð.

Um møguleikarnar at fáa stig móti øðrum enn Malta er Oddbjørn meiri svartskygdur:

- Sum útgangsstøði eru møguleikarnir ikki so góðir. Spania endar klárt nummar eitt í bólkinum, meðan Svøríki, Norra og Rumenia síggja møguleikan at koma víðari sum nummar tvey í bólkinum, og tí er seks stig móti Føroyum krav fyri hesi londini.

Oddbjørn trýr tó, at hevur Føroyar ein góðan fótbóltsdag, tá hesi lond vitja á Tórsvølli, meðan hesi londini hava ein minni góðan fótbóltsdag, so er møguleiki fyri stigum móti teimum.

Sí samrøðuna, sum Kringvarpið hevði við Oddbjørn, her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder