Tað var heilt fitt av vindi og meira kølið enn í gjár, tá føroyska liðið hevði sína aðru venjing á Hibernians leikvøllinum í dag. Tað var góður inntensitetur á venjingini, og allir vandu fult við og síggja vælupplagdir út til uppgávuna, ið nærkast.
Ein av teimum 20 á vøllinum var Bartal Wardum. Hann varð úttikin ístaðin fyri Sonna Ragnar Nattestad, og úttøkan er nakað, ið hann hevur hopa uppá og arbeitt fram ímóti. Bartal sigur, at hann er við fyri at læra nú, men vónar at gerast fastur maður á liðnum í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald