Eftir føroysku venjingina hevði Malta tíðindafund. Her vóru fleiri lokalir tíðindamenn, ið settu Ray Farrugia nógvar spurningar.
63-ára gamli høvuðsvenjarin hevði nógv uppá hjarta. Bæði hann og miðvallarin Rowen Muscat søgdu, at hetta var ein góður møguleiki at reisa seg skjótt eftir 5-0 tapið fyri Kosovo. Farrugia hevði tó stóra virðing fyri føroyska liðnum, har hann millum annað vísti á, at Føroyar liggja nummar 95 á styrkislistanum hjá FIFA.
Maltesiski venjarin segði seg hava stórt hjarta fyri fótbóltinum í landinum, men at teir noyðast at skifta mentalitet fyri at mennast. Hann staðfesti annars, at miðverjarnir, ið høvdu leikbann seinast, eru við aftur.
Uppá spurning frá Kringvarpinum um nøgdsemi við kappingina, svaraði venjarin at tað hevði verið eitt vónbrot at enda aftast í bólkinum, men at hetta var truplasti bólkurin í Nations League deild D.
Ray Farrugia var sera blíður við føroysku miðlarnir, ið hann veruliga heilsaði uppá og rósti okkara vakra landið, ið hann viðmerkti um: "Til hava nógvan seyð, og eru helst glað fyri at koma niður í sólina her"
Fótbóltur
- Hetta er sterkasti bólkurin í deildini
Maltesiski venjarin, Ray Farrugia, rósti Føroyum og føroyska liðnum á tíðindafundinum.
Ray Farriuga, venjarin hjá Malta (Mynd: Sverri Egholm)
2018-11-19 19:21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald