2020-11-30 21:24
28-ára gamli Árni Frederiksberg skal í 2021 og 2022 spæla fyri KÍ. Hetta er vorðið greitt í kvøld.
Les eisini: Árni Frederiksberg skal spæla við KÍ - komandi tvey árini
Runavíkingurin skiftir harvið úr B36, og Árni greiðir soleiðis stutt frá, hví hann hevur skrivað undir sáttmála við felagið í Klaksvík.
- Eg valdi KÍ, tí eg haldi hetta er mest spennandi felagið. Tað er eitt felag, sum hevur høgar ambitiónir, og eg vil fegin vera partur av tí, sigur nýggi KÍ-arin.
Hetta er fyrsti styrkurin hjá KÍ í vetur, og hetta verður triðja felagið hjá Árna Frederiksberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald