KÍ hevur í kvøld kunngjørt sín fyrsta styrk til komandi kappingarár. Og tað er ikki hissini styrkur. 28-ára gamli Árni Frederiksberg hevur seinasta áratíggju gjørt um seg í Betrideildini, har hann hevur 259 dystir á baki - fyrst við barndómsfelagnum NSÍ og seinastu tvey árini í B36.
Serliga eru tað mongu uppleggini, m.a. tey góðu innleggini við gylta vinstra beininum, sum hava eyðkent kaltspælaran. Vinstra beinið hevur eisini verið nýtt til at skorað nógv góð mál við ígjøgnum árini.
Nú er greitt, at hann skal spæla í bláum. Runavíkingurin kemur óivað at styrkja um álopspartin hjá KÍ, sum í ár endaði nummar trý í Betrideildini. Um HB vinnur á Vìkingi leygardagin, skulu Árni og KÍ spæla í UEFA Conference League komandi ár. Tað er kappingin, sum føroysk lið koma at spæla í ístaðin fyri Europa League.
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald