KÍ skal í morgin spæla fyrra dystin í 1. umfari í Champions League 2026/2027. Og eins og fyri tveimum árum síðani er mótstøðuliðið úr Luksemberg.
Les eisini: KÍ fekk dreyma lutakast
KÍ nýtti venjngina sunnudagin og hana í dag at veruliga fyrireika seg uppá útlendsku mótstøðuna, sum er komin til Klaksvíkar.
FC Atert Bissen vann fyri stuttum meistaraheitið á fyrsta sinni, árið eftir uppflyting, og skal nú royna seg í Evropa á fyrsta sinni. KÍ hevur roynt tað ofta, og tað kann verða ein styrki, staðfestir Jákup Biskopstø Andreasen.
- Vit vita hvat skal til í slíkum dystum. Teir krevja alt, og man má kenna sínar vitjunartíð í evropeiskum dystum. Vit hava fyrr víst, at vit hava neyðuga kaldleikan í avgerandi løtum í Evropa, og tað er ætlanin at grava fram aftur og dyrka. Vit skulu vera disiplineraðir og sláa til, tá møguleikin er har.
Soleiðis segði KÍ-liðformaðurin í samrøðu í 3. Hálvleiki á FM1 sunnukvøldið. Tá var KÍ-liðið veruliga byrja at venda eyguni móti mótstøðuliðnum, ið Jákup metir vera eitt vet sterkari enn Differdange, sum KÍ spældi ímóti í 1. umfari í kappingini í 2024 - og vann 2-0 á.
- Vit hava havt so nógvar tættar dystir í seinastuni, og sum fótbóltsspælari hevur tú ikki stundir at hyggja so ræðuliga nógv longur fram enn til næsta dystin. So vit skuldu koma víðari frá týðandi NSÍ-dystinum fyri síðani at seta fokus á liðið úr Luksemborg. Og av tí vit hava sæð, tykiskt tað sum eitt gott lið. Vit kenna jú eitt sindur liðið, sum Bissen hevur kappast við um meistaraheitið har, Differdange. Tað var eitt gott lið, tveir javnir dystir í 2024, og hesir eru kanska eina tonn betri.
Um hesa tíðina í 2024 var Jákup Biskopstø Andreasen úti við álvarsomum skaða. Og beint nú er 28-ára gamli liðformaðurin nakað darvaður av rygginum.
Hann noyddist út í steðginum móti 07 Vestur fyri átta døgum síðani, spældi ikki í Runavík men vónar at vera klárur til stóra dystin í morgin:
- Vit arbeiddu við sakini í síðstu viku. Nú arbeiða vit víðari og vóna, at tað líkasum gleppir, so at eg fái spælt týskvøldið, segði Jákup B. Andreasen við Pætur Nolsøe.
Hoyr alla samrøðuna frá 24. 18 her
FM1 sigur frá KÍ - Bissen týskvøldið klokkan 19.45
Magnus Powell staðfestir fyri Norðlýsinum í dag, at tað er heldur óvist enn, um liðformaðurin verður á vølli í morgin ella ei.
Champions League 1. umfar
Týsdagin 7. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - FC Atert Bissen (Luksemborg) - FM1 sigur frá
Yvirlit: Soleiðis spæla KÍ, NSÍ og Víkingur hesa vikuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald