Fótbóltur

- Ivist ikki í at hann verður ein fongur fyri KÍ og føroyskan fótbólt

Hetta sigur Hallur Hansson um nýgga KÍ-leikaran Sebastian Avanzini.

Hallur og Sebastian Avanzini hava verið liðfelagar í eitt og eitt hálvt ár

Hallur og Sebastian Avanzini hava verið liðfelagar í eitt og eitt hálvt ár

2020-01-19 14:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur í dag kunngjørt, at 24-ára gamli Sebastian Avanzini skiftir til felagið úr AC Horsens, har italienski leikarin við danska ríkisborgararættinum hevur spælt síðani á sumri í 2018.

Les eisini: Nýggjasti KÍ-leikarin eitur Sebastian Avanzini

Harvið hevur Avanzini dagliga vant saman við Halli Hanssyni. Vit hava biðið føroyska landsliðsleikaran lýst nýggjasta leikaran í føroyskum fótbólti:  

- Seb er ein sera góður leikari. Hann er ógvuliga væl fyri kroppsliga og er ein sera kvikur leikari, sum absolut hevur sínar sterku síður ein ímóti einum.
Hann hevði sínar avbjóðingar í AC Horsens, har hann kanska ikki ordiliga fekk møguleikan at vísa sítt virðið.

Sebastian Avanzini spældi 21 dystir á fyrsta liðnum hjá Horsens - teir seinastu við Halli sum liðformanni. Føroyski miðvallarin metir, at Avanzini fer at hava eina avbjóðing við at koma í gongd, men er ikki í iva um, at hann kann fáa stórt virði fyri føroyameistararnar og Betrideildina: 

Tá man hevur spælt minimalt av fyrstaliðs fótbólti seinastu tvey árini, so verður hansara stórsta avbjóðing at kunna avrika stabilt á einum høgum støði.
Men hann hevur høvdi rætt skrúða á, so eg ivist ikki í at hann verður ein fongur hjá KÍ og eisini føroyskum fótbólti sum heild.

Sebastian Avanzini hevur skrivað undir ein eitt-ára sáttmála við KÍ. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder