Norðlýsið skrivar í dag, at KÍ hevur gjørt sáttmála við ein nýggjan leikara.
Les eisini: KÍ hevur fingið sin miðvallara
Sebastian Avanzini er 24-ára gamal og hevur seinastu árini spælt í Danmark. Hann hevur eisini danskan ríkisborgararætt.
Avanzini hevur áður spælt fyri Frem og Skovshoved, men hevur seinastu 18 mánaðirnar verið knýttur at AC Horsens, har hann hevur verið liðformaður við Hall Hansson. Har hevur italiumaðurin spælt 21 dystir í øllum kappingum - oftast í leiklutinum sum innskiftari.
Í heyst hevur Avanzini sitið nógv á bonkinum - nú kemur hann til Klaksvíkar at royna seg. Sambært Norðlýsinum kann hann leika á nógvum ymisku plássum: Sum
vinstri bakkur, høgri bakkur, høgri vongur, vinstri vongur og sentralur miðvallari
Norðlýsið skrivar eisini, at KÍ-hópurin nú helst er endaligur. Sáttmálin millum partarnir er galdandi fyri 2020.
Fótbóltur
Nýggjasti KÍ-leikarin eitur Sebastian Avanzini
Hann er av italienskum uppruna og hevur verið á vøllinum níggju ferðir í Superligaini. 24-ára gamli leikarin kemur úr AC Horsens, har hann hevur umboðað besta liðið 21 ferðir..
2020-01-19 13:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald