Fótbóltur

KÍ hevur fingið sín miðvallara

23-ára gamli albanski Alessio Hyseni er helst ætlaður til plássið við síðuna av liðformanninum Jákup Biskopstø Andreasen komandi ár. Hann hevur eina fortíð í Italia.

Myndin er frá FK Partizani, ið Hyseni seinast umboðaði

Myndin er frá FK Partizani, ið Hyseni seinast umboðaði

2020-01-16 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur eru bæði Simen Sandmæl og Semir Hadzibulic farnir úr KÍ. Hetta vóru dygdargóðir profilar, ið fyri tað allarmesta røktu plássið við síðuna av Jákup Biskopstø Andreasen á sentrala miðvøllinum. Tá Semir kom aftur til felagið í summar, fór Simen fyri tað mesta at spæla á meira álopskendum plássum. 

Tómrúmið eftir norðmannin og serban skal millum annað fyllast av Alessio Hyseni. Norðlýsið skrivar seinnapartin, at 23 ára gamli albanin og KÍ hava gjørt ein eitt-ára sáttmála.

Hyseni er føddur og uppvaksin í Italia, har hann var partur av ungdómsdeildini hjá Perugia og varð eitt skiftið leigðaur út til Serie D. Seinastu árini hevur hann verið knýttur at liðum í bestu deildini í Albania, ið er styrkismett nakað hægri enn tann føroyska. Í trý ár spældi hann við Falamurtani, ið miðvallarin umboðaði 47 ferðir.

Hann skifti til høvuðstaðarfelagið og meistaraliðið FK Partizani í fjør men fekk bert ein dyst, og tað var ímóti endanum av 2019. Hyseni var sambært transfermarket.com ongantíð í hópinum fyrrenn í november, so tað bendir á, at hann hevði skaðatrupulleikar í heyst og/ella at hann trupulleikar at koma á liðið. 

Alessio Hyseni hevur spælt fimm U17-landsdystir fyri Albania. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder