
GG: Vit vildu gjarna gera video/ljóðsamrøðu við Brøndby-umboð eftir dystin, men tað kom ikki uppá tal: Einki umboð var tøkt til slíka samrøðu - Brøndby hevði tó ein tíðindafund eftir javnleikin móti HB.
-----------------------------------
- Spæla vit handan dystin aftur, vinna vit
Tað staðfesti Brøndby-venjarin smílandi á tíðindafundinum á Tórsvølli, tá Rás2 spurdi, um ikki HB var nærri sigrinum.
Tað helt Frederik Birk ikki:
- Um vit skora uppá hasar málmøguleikarnir beint eftir steðgin, so tosa vit um nakað heilt annað.
36-ára gamli danin var mest vónbrotin av, hvussu Brøndby "takklaði" tað at koma frammum. Hann helt tó ikki, at HB gjørdi nakað serligt fyri at koma aftur í dystin eftir 0-1: Tað var meira Brøndby, sum ikki avrikaði nóg væl seinasta hálva tíman.
- HB javnar ikki, tí teir gera nakað heilt serligt. Tað er meira tí, at vit eru ov vánaligir, tá trýstið kemur á og takkla tað ov illa.
Sí eisini: Jákup Thomsen: - Hetta var júst tann møguleikin eg hevði bíðað eftir
Venjarin rósti annars hugburðinum hjá HB, hóast hann sum so ikki var bergtikin av nøkrum spælara hjá HB ella bilsin av nøkrum, sum teir komu við.
- Dystarmyndin líktist áleið henni, sum vit væntaðu, og eg haldi, at vit til og við okkara mál hava gott tamarhald á.
Frederik Birk, Nicolai Vallys og donsku miðlarnir høvdu, sjálvandi kundi man sagt, hug at peika á graslíki. Brøndby hevur tó ein Superliga-dyst á graslíki sunnudagin, so hví hetta brádliga var ein trupulleiki er óvist.
Í næstu viku vitjar HB í Brøndby, og hóast Birk sigur at ymiskt skal skrúast uppá, so hevur hann góðar vónir til, at stórfavoritturin kemur víðari.
GG: Vit vildu gjarna gera video/ljóðsamrøðu við Brøndby-umboð, men tað kom ikki uppá tal. Einki umboð var tøkt til slíka samrøðu - Brøndby hevði tó ein tíðindafund eftir javnleikin móti HB.
Conference League 2. umfar - fyrri dysturin
Hóskvøldið 24. juli
HB - Brøndby 1-1 (0-0)
62' Filip Bundgaard 0-1
89' Jákup Thomsen 1-1
Sí eisini: Jákup og eitt flott liðavrik tryggjaði HB-javnleikin á Tórsvølli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald