Fótbóltur

Jákup: - Hatta var júst tann møguleikin eg hevði bíðað eftir

Tað var nakað heilt serligt, og úrslitið í kvøld vísir, hvat føroyskur fótbóltur kann, sigur fegni HB-málskjúttin. - Nú kann alt henda í Brøndby, og vit skulu bara fara eftir tí.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-24 22:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta evropeiska málið hjá Jákupi Thomsen var nakað serstakt: Í 89. minutti var 27-ára gamli áleyparin á rætta staðnum og gjørdi júst tað rætta: Hann setti innarusíðuna á, og so var alt á gosi.

HB hevði havt nakrar stórar møguleikar áðrenn. Nú sló innskifti havnarmaðurin til.

- Hetta var fantastiskt...og eftir møguleikum var tað uppiborið.

[object Object]
Hann var á veg úr blusuni...

[object Object]Men ístaðin setti havnarmaðurin ferðina upp og rann yvir ímóti egnum áskoðarum 

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Sí fleiri myndir frá dystinum her

Fyrrverandi FC Midtjylland-leikarin gevur ikki nógv fyri donsku umberingunum um graslíki og annað.

- Føroyskur fótbóltur hevur flutt seg ógvuliga nógv, og hetta prógvar tað. Nú kann alt henda í útidystinum.

Hoyr samrøðu við Jákup Thomsen ovast

Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli 
HB Brøndby 1-1 (0-0)
62' Filip Bundgaard 0-1
89' Jákup Thomsen 1-1

HB (4-4-2): Bjarti Vitalis Mørk - Ási Dam, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen (L), Lassana Faye - Heini Fossdalsá Sørensen, Noah Mneney, Sammy Skytte, Ári Mohr Jónsson - Emil Grønn Pedersen og Jonas Enkerud

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Jákup Ludvig Thomsen og Mathias Voss

Venjari: André Olsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder