Hondbóltur

Føroyar seta hol á EM-undankappingina í kvøld - sum stórfavorittar

Vunnu báðar dystirnar móti Kosovo í seinastu undankappingini, og á heimavølli var talan um stórsigur. Føroyingar fara at royna at undirhalda og vinna tvey stig við Tjarnir frá klokkan 19 - FM1 sendir frá klokkan 18.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skal fyri fyrstu ferð síðani mai 2025 spæla landsdyst við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu skal fyri fyrstu ferð síðani mai 2025 spæla landsdyst við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-04 09:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ongantíð áður hava Føroyar staðið sum so stórur favorittar til ein undankappingardyst hjá monnum.

Hetta vísa tøl hjá veddingarfyritøkunum. Tað loysir seg næstan ikki at seta penining á føroyskan sigur í kvøld móti Kosovo - óansæð hvat.

Føroyar fara eisini eftir triðja EM-endaspælinum á rað og vunnu við ellivu málum og tveimum málum, tá Føroyar og Kosovo spældu á ávikavist Hálsi í november 2024 og í Pristina í mai 2025.

[object Object]
Óli Mittún var flúgvandi og toppskjútti við átta málum, tá Føroyar byrjaðu undankappingina til EM 2026 við 32-21 sigri. Hetta var seinasti heimadystur á Hálsi. Spennandi verður at síggja Óla í stórformi í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Vilhelm Poulsen var ein brandur í serliga verjuni, tá Føroyar vunnu 25-23 og harvið tryggjaðu EM-plássi við sigri í Kosovo í mai 2025 (Myndir: Sverri Egholm)

Liðini vóru eisini í bólki saman til seinastu EM-undankapping. Hendan bólkin vunnu Føroyar, meðan Kosovo endaði aftast.

Liðið av Balkan kann geva avbjóðingar - serliga við kropsligu styrkini og á heimavølli - men eitt føroyskt lið við fleiri spælarum í stórformi við Tjarnir skal vinna á Kosovo. Eisini fyri at fáa góða byrjan uppá EM-undankappingina, har Montenegro og serliga Ungarn vera væl sterkari mótstøðulið

Sí eisini: Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Vit fara eftir fýra stigum hesa vikuna

7 móti 6: Føroyar av álvara funnið seg til rættis í hondbóltsheiminum

Undankapping til EM-endaspælið 2028
1. umfar - í dag, mikudagin 4. november
19.00: Føroyar - Kosovo

FM1 sendir frá klokkan 18 - beinleiðis bloggur verður eisini á Portalinum

Ungarn og Montenegro eru hini bæði liðini í bólkinum, har minst tvey koma víðari til EM

Myndir: Undan fyrsta EM-undandystinum

Si eisini: Ísak Vedelsbøl: Man merkir veruliga hondbóltshuglagið við Tjarnir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder