Fótbóltur

Ísrael, Norðurmakedónia og Andorra í Nations League

Kvinnulandsliðið spælir aftur kappingardyst í februar 2027. Føroyar skulu áðrenn tað til Baltic Cup.

Ásla Johannesen móti Andorra á Tórsvølli. Føroyar fara at vera favorittar móti júst Andorra (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ásla Johannesen móti Andorra á Tórsvølli. Føroyar fara at vera favorittar móti júst Andorra (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-04 07:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: Á middegi týsdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League 2027 fyri kvinnur.

Fyri føroyska kvinnulandsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar endaðu í bólki C3, saman við Ísrael, Norðurmakedónia og Andorra.

Dystirnir verða spældir í døgunum 25. februar til 6. mars, 13. til 24. apríl og frá 7. til 15. juni 2027.

Endalig leikskrá verður kunngjørd ein av komandi døgunum.

Áðrenn kvinnurnar fara undir Nations League kappingina, so luttekur A-landsliðið í Baltic Cup í Estlandi um mánaðarskiftið novembur/desembur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder