Skála hevur longu mist ein profil í væleydnaðu bjargingaratsóknini, og ein annar er, sambært okkara upplýsingum, avstað.
Fyri fyrstu ferð síðani 2019 spældi Skála í Meistaradeildini uttan at flyta niður, og eins og tá endaði liðið á 6. plássið.
Uppflytararnir vóru væl við í so at siga øllum dystunum, og serliga endaspurturin var flottur. Har tapti Skála bert fyri NSÍ.
Í sumamrsteðginum varð toppskjúttin Simon Jørgensen seldur til Svøríkis, og tá gavst liðformaðurin og verjuskansin, Jákup Jakobsen. Men ungi danski miðverjin Sebastian Slettegaard Petersen kom til felagið og gjørdi mun. Hetta sá B36, og Slettegaard hevur leingi gjørt sáttmála í Gundadali.
![]()
Jákup á Borg og Sebastian Slettegaard sunnudagin - danin varð kunngjørdur í B36 dagin eftir kappingarenda (Mynd: B36)
Í álopspartinum hjá Skála hava nógvir tikið ábyrgd, og í seinastu dystunum var Martin Johansen ein teirra. Kviki strandingurin var beinleiðis við í fýra teimum seinastu málunum hjá Skála, sum samanlagt tryggjaðu sjey stig. Harímillum vóru flott og avgerandi mál móti B36 á Tórsvølli og AB.
Martin Johansen skoraði 29 mál fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum í fjør, men kropsligar avbjóðingar vóru í uppstartinum í ár og ein skaði var eisini mitt í kappingarárinum. Hetta gjørdi, at 10'arin ikki spældi nógv tíðliga í ár og næstan als ikki í fýra mánaðir.
Evnini eru tó eyðsæð, og Víkingur hevur í eina tíð vilja havt fatur á enn einum strandingi. Millum annað varð hugt eftir Martini Johansen longu í fjør. Sambært okkara upplýsingum er tað nú eydnast. Tað er í øllum førum endaligt - tað hava vit fingið váttað - at hann ikki heldur fram á Skála.
Sáttmálin hjá Martini Johansen við Skála er nú gingin út, og ístaðin er 22-ára gamli áleyparin á veg til Sarpugerði. Har verður hann fyrsti styrkur hjá steypavinnarunum til 2027 - og millum annað liðfelagi við elsta beiggjan Jákup Johansen.
Jákup Johansen hevur spælt við Víkingi síðani 2020 - her í Conference League. Lítlibeiggin er sum skilst á veg í ljósablátt eisini (Mynd: Sverri Egholm)
Sum skilst eru fleiri aðrir spælarar á veg til Víking, sum vann Løgmanssteypið og endaði á 4. plássið júst farna kappingarár. Arnbjørn Svensson er á veg avstað.
Les eisini: Arnbjørn Svensson og Emil Weihe Joensen royna seg í Hillerød
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald