- Geza Turi vinnur plássið eftir at hava verið beinleiðis við í tveimum málum hjá Grimsby. Miðvallarin skoraði, legði upp og skapti aðrar stórar møguleikar. Arbeiðisavrikið hjá Turi var eisini ein stórur partur av hesum: Hann vann fýra takklingar, kom ímillum alveringar fýra ferðir og ruddaði tvær ferðir. Harvið vardi hann væl frá miðjuni
Soleiðis lýsir efl.com avrikið hjá føroyinginum hjá Grimsby. eftir at miðvallarin aftur gjørdi stóran mun. Hetta var tá Grimsby vann 5-2 á York.
Video: Geza hevði aftur mál og upplegg í tryggum sigri
Besti spælarin hjá Grimsby fyrstu mánaðirnar í kappingarárinum hevur eisini verið á vikuliðnum hjá English Football League (EFL), og soleiðis var aftur hesaferð. 25-ára gøtumaðurin er annar sentrali miðvallarin á samlaða liðnum fyri League Two, League One og Championship - fjórðbestu til næstbestu deildina í Onglandi.
![]()
Mynd: efl.com
Geza David Turi er saman við miðvallara frá Middlesbrough, sum liggur á odda í Championship. Spælarar frá hinum oddaliðnum í næstbestu ensku deildini, Swansea og Wolves eru eisini har.
Málið hjá føroyska landsliðsprofilinum má vera at spæla á hægri stigi skjótt, tí hann heldur á at gera bart í League Two og á landsliðnum.
Geza verður at síggja aftur í Føroyum í næstu viku - til landsliðsvenjing. Føroyar spæla ímóti Slovakia 13. november og móti Moldova á Tórsvølli 16. november.
Sí eisini: Ókeypis A-landsdystur: - Hví ikki koma á Tórsvøll ein mánadag klokkan 15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald