Fótbóltur

Elisabet Vang skal eisini hjálpa Mikkjali Thomassen í HB

Sum vit skrivaðu í september, skuldi hon við í toymið. Fyrrverandi kropsligi venjarin hjá KÍ, Fredrikstad og AIK hevur gjørt tvey-ára sáttmála við HB.

Elisabet Vang hevur fyrr spælt fyri B36. Nú er hon aftur í Gundadali - í venjaratoyminum hjá HB (Mynd: Havnar Bóltfelag)

Elisabet Vang hevur fyrr spælt fyri B36. Nú er hon aftur í Gundadali - í venjaratoyminum hjá HB (Mynd: Havnar Bóltfelag)

2026-11-04 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB hevur ikki kunngjørt nakran nýggjan spælara síðani kappingarenda; tó hevur felagið longt sáttmálarnar hjá Heina Fossdalsá Sørensen og Stefani Radosavljevic við ávikavist tveimum og trimum árum.

Hesa vikuna hevur Havnar Bóltfelag takkað einum kropsligum venjara og kunngjørt ein nýggjan.

- Eftir nøkur minnisrík ár í reyðum og svørtum er tíðin komin at siga farvæl við Gilberto. Hann hevur verið við til at skriva sín part av søguni í HB, vunnið steyp og sett sín dám á felagið – bæði innanfyri og uttanfyri vøllin.

Soleiðis skrivaði HB á heimasíðu sínari mánadagin, har vællýddi italumaðurin Gilberto Voltolina sjálvur eisini takkaði felagnum. 

[object Object]
Voltolina kom til HB saman við Adolfo Sormani í 2024. Hann fór avstað saman við høvuðsvenjaranum nakað inn í 2025 men var skjótur aftur í Gundadal (Mynd: Havnar Bóltfelag)

Frá italumanni til hoyvíkskvinnu

Tað verður Elisabet Vang, sum komandi tvey árini verður fysiskur venjari hjá besta mansliðnum hjá okkum.

Hetta kemur ikki sum nakar skelkur: Portalurin skrivaði 18. september, at so at siga alt var uppá pláss millum HB og Mikkjal Thomassen, og at Elisabet Vang mest sannlíkt fór at vera kropsligur venjari í toyminum.

28-ára gamla hoyvíkskvinnan hevur eisini arbeitt saman við júst Mikkjali Thomassen í fyrst KÍ, síðani norska Frederikstad og seinast svenska AIK.

[object Object]
Elisabet Vang til venjing undan Champions League-dysti við KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Her í Fredrikstad-tíðini (Mynd: Fredrikstad)

HB skrivar, at nýggi fysiski venjarin longu er farin til verka.

– Eg takki fyri møguleikan og álitið. Eg síggi fram til eitt gevandi samstarv og eri sera spent upp á, hvat vit í felag kunnu røkka komandi tíðina, sigur Elisabet Vang.

Lukasz Cieslewicz, sum hevur verið fyribils høvuðsvenjari við góðum úrslitum síðani mitt í juni, verður eftir øllum at døma hjálparvenjari í HB.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder