Fótbóltur

- Málið hjá mær er HM í Katar

Hann var lívleysur í fimm minuttir síðsta summar, men nú er ikki nøkur orsøk til ikki at koma á vøllin aftur. Hetta var nakað av tí, sum ein takksamur Christian Eriksen kom inn á í sínari fyrstu samrøðu síðani hendingina, ið hann hevur havt við DR. Í løtuni leitar Eriksen eftir felagi.

Eriksen í dystinum móti Finnlandi. Hann harmast um, at hendingin setti so stóran dám á fótbóltssumarið - tað var á vøllinum, at hann skuldi gera mun, og tað hevur 29-ára gamli fjónbúgvin fokus á nú (Mynd: EPA)

Eriksen í dystinum móti Finnlandi. Hann harmast um, at hendingin setti so stóran dám á fótbóltssumarið - tað var á vøllinum, at hann skuldi gera mun, og tað hevur 29-ára gamli fjónbúgvin fokus á nú (Mynd: EPA)

2022-01-05 08:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var 12. juni í fjør, at hjartað hjá Christian Eriksen støðgaði mitt undir EM-dystinum í Parkini millum Danmark og Finnland, og øll sum vóru til stðar og milliónirnar av sjónvarpshyggjarunum kring Evropa hildu ondini.

Tíbetur kom lív skjótt í 29-ára gamla fjónbúgvan, og dagin eftir gav hann tummil upp á mynd á Instagram, sitandi í sjúkrasongini á Ríkissjúkrahúsinum, har hann vissaði um, at hann eftir umstøðunum hevði tað gott.

Nú situr Eriksen eftir við nógvum takksemi - móvegis liðfeløgum og læknatoymi, sum vóru so skjótir at hjálpa, og teimum óteljandi, ið "grótu fyri honum" og síðani hava sent boð, blómur og annað - hóast tað als ikki var tað, ið hann ikki ynskti, at fáa blómur fyri eftir summarið. Tað vóru avrikini á vøllinum, ið hann vildi, at fólk skuldi minnast hann fyri summarið 2020 - ikki fyri at hann var deyður í fimm minuttir.

[object Object]
Eriksen við vit, ávegis út av leikvøllinum (Mynd: EPA)


Hetta kemur Christian Eriksen inn á í viðtalu við Danmarks Radio - hetta er fyrstu ferð, at danin hevur tosað beinleiðis við nakran miðil síðani hendingina.

Tað er júst á vøllinum, at hansara framtíð liggur, ger danin púra greitt, tá Andreas Kraul spyr hann um sína ætlan: 

- Eg vil spæla fótbólt. Tað er ikki nøkur orsøk til ikki at gera tað. Tað er tí, at eg føli, at tað er tíð uppá at gera eina samrøðu, tí eg veit, hvat eg gjarna vil. Eg vil spæla fótbólt aftur. Tað er ikki hent nakað við mær síðani, sjálvt um hjarta er kannað og sett undir trýst á ymiskan hátt. 

Læknarnir hava givið grønt ljós, vísur Eriksen á, ið hevur vant fyri seg sjálvan. Nakrar dagar eftir hjartatilburðin fekk hann kvikil í hjarta, og tað hevði við sær, at hann ikki kundi halda fram í Inter, tí Serie A ikki loyvir leikarum við kvikli at spæla. Tað gera so at siga allar aðrar deildir, og nú er spurningurin, hvar framtíðin hjá dananum, ið hevur vant fyri seg sjálvan í Odense, Sveis og Milano, liggur. Seinastu dagarnar eru fyrrverandi feløgini Tottenham og Ajax nevnd, og umboðsmaðurin hjá Eriksen hevur sagt við danskar miðlar, at nakrir møguleikar eru í løtuni.

Les eisini: Eriksen er nú leysur av Inter

[object Object]
Gamli arbeiðsgevarin Tottenham er nevndur sum ein møguleiki í donskum og bretskum miðlum. Antonio Conte, ið Eriksen spældi undir í Inter, er venjari har (Mynd: EPA) 

Eitthvørt felag kann gera sáttmála við 29-ára gamla leikaran, sum við DR sigur, at hann og konan Sabrine hava umhugsa støðuna væl, og nú eingin stórur vandi tykist at vera við at halda fram, er avgerðin heldur ikki so torfør, millum annað tí at hann er "forelskaður í fótbólti". Christian Eriksen slær eisini fast, at hann als ikki er bangin fyri einari endurtøku, hóast hann var heldur varin í byrjanini. 

DR fer leygarkvøldið at vísa ein heimildarfilm um Eriksen, ið er bygdur á millum annað hesa serligu samrøðuna, ið bitar eru komnir fram úr, og sum fylti nógv í donskum miðlum í gjárkvøldið. Kanska serliga tí, at gávaði leikarin segði soleiðis: 

- Um eg megni at koma aftur á støði er eitt, og um eg verði úttikin og eitt. Men tankin og dreymurin er har: Mítt mál er, at eg skal við til HM í Katar.



 





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder